Tekniski Skúlin í Klaksvík bjóðar, sum hin einasti í landinum, miðnámsútbúgving á Gymnasialu Tøknibreytini. Útbúgvingin tekur trý ár og gevur næmingunum nógvar møguleikar fyri víðari lesnað. Ein vitjan á skúlanum er minnisverd og hugalig. Men tað tykist uppaftur meira hugaligt at vera næmingur á skúlanum. Her eru færri næmingar, enn á hinum miðnámsskúlunum, og hetta gevur eitt heilt serligt samanhald. Her er ein blanding av klaksvíkingum, havnafólki, eysturoyingum og næmingum úr øðrum bygdum. Av gentum og av dreingum. Og tey eru øll blíð, smílandi og glað fyri at ganga á skúlanum. Nøkur teirra búgva eisini á skúlaheiminum, so hóast tað er vátakavi uttanfyri, eru fleiri komin í skúla í inniskóm. Hetta skapar ein heimligan og hugnaligan stemning.
Tekniski Skúlin í Klaksvík bjóðar, sum hin einasti í landinum, miðnámsútbúgving á Gymnasialu Tøknibreytini. Útbúgvingin tekur trý ár og gevur næmingunum nógvar møguleikar fyri víðari lesnað. Ein vitjan á skúlanum er minnisverd og hugalig. Men tað tykist uppaftur meira hugaligt at vera næmingur á skúlanum. Her eru færri næmingar, enn á hinum miðnámsskúlunum, og hetta gevur eitt heilt serligt samanhald. Her er ein blanding av klaksvíkingum, havnafólki, eysturoyingum og næmingum úr øðrum bygdum. Av gentum og av dreingum. Og tey eru øll blíð, smílandi og glað fyri at ganga á skúlanum. Nøkur teirra búgva eisini á skúlaheiminum, so hóast tað er vátakavi uttanfyri, eru fleiri komin í skúla í inniskóm. Hetta skapar ein heimligan og hugnaligan stemning.
Á breytini verður dentur serliga lagdur á náttúruvísindaligu lærugreinarnar, og hetta er eisini orsøkin til at fleiri teirra, sum longu ganga á breytini, valdu sær júst hesa miðnámsútbúgvingina: “Hon gevur okkum ordiliga nógvar møguleikar. Vit kunnu velja vallærugreinar eftir hvat vit tíma og tað hongur ofta saman við tí, sum vit skulu brúka víðari” fortelja tey, ímeðan tey tyggja nýgjørt tyggigummi, sum er komið burturúr eini verkætlan, sum tey arbeiða við í løtuni. Tey bjóða mær eitt burturav. Tað smakkar sum tey gomlu, ljósareyðu bubblegummini, men hetta er gulligt á liti. Verkætlanir sum hendan eru gerandiskostur á Gymnasialu Tøknibreytini. Tí arbeiðshættirnir á útbúgvingini eru skipaðir heilt øðrvísi, enn í fólkaskúlanum og á hinum miðnámsútbúgvingunum. Frálæran er nevniliga í stóran mun skipað sum verkætlanir, har næmingarnir royna tað, teir læra, í verki. Tað mesta av Tekniska Skúla er nýbygt ella nýumvælt og tí eru karmarnir fyri hesum verkætlanunum av teimum bestu í landinum. Brádliga kemur ein bólkur rullandi inn í tyggigummi-køkin við einum stórum hvítum skríni, sum tey sjálvi hava framleitt á timburverkstaðnum. “Hetta er eitt bindiskrín!” fortelja tey, og vísa okkum so, hvussu tógv og stokkar kunnu vera í ymsu rúmunum í skríninum. Bæði tyggigumsbólkurin og bindiskrínsbólkurin eru við í eini kapping, har tey kappast við hvønn annan og aðrar miðnámsbólkar um at sleppa til Kroatia at kappast víðari. Alt hetta er partur av skúlagongdini. Í staðin fyri bara at lesa og skriva um, hvussu tey kundu framleitt tyggigummi og bindiskrín, so sleppa tey at framleiða tyggigummi og bindiskrín. Síðani skriva tey eina uppgávu um arbeiðsgongdina, hvat tey hava lært og hvat kundi verið betri. Hetta gevur næmingunum møguleika fyri at brúka og menna hugflogið, og fyri at síggja og føla tað, tey læra. Hetta er nakað av tí, sum ger Gymnasialu Tøknibreytina til nakað serligt, og tað er eisini ein av orsøkunum til, at næmingarnir elska at ganga her: “Vit hava nógv at gera og langar uppgávur at skriva, men vit skriva um ting, sum vit hava áhuga fyri. Ting, sum vit hava prøvað at gjørt. Og tá er tað ikki so galið at gera skúlating.”
Men tað er sjálvandi ikki bara stuttleikin, sum heldur teimum til útbúgvingina. Næmingarnir mennast í fleiri mátar og tey kunnu brúka prógvið til at sleppa inn á hægri læristovnar at nema sær útbúgving. Tey í tyggigumsbólkinum hava ymiskar ætlanir fyri framtíðina, tá ið húgvan er komin á høvdið. Nøkur vita ikki ordiliga, hvat tey kundu hugsað sær í framtíðini og vilja tí hava eina miðnámsútbúgving, sum kan geva teimum nógvar møguleikar innanfyri ymiskar greinar: “vit hava onkuntíð hoyrt frá fyrrverandi næmingum, hvussu tey hava brúkt sítt HT-prógv til at lesa víðari. Tey eru blivin til alt møguligt – tannlækna, verkfrøðing, arkitekt, lærara og ymiskt annað. Tað vísir, at vit kunnu blíva næstan hvat sum helst við okkara miðnámsútbugving”. Men so eru eisini tey, sum longu nú vita, hvat tey vilja og tí arbeiða málrættað fram ímóti tí. Ein vil vera lækni: “Eg vil lesa medisin og HT gevur mær nógvar møguleikar og hóskar væl til mín. Eg tími ikki so væl tað málsliga og her leggja vit dentin á tær náttúruvísindaligu lærugreinarnar, so hetta er akkurat tað”. Øll eru tey samd um, at undirvísingarhátturin hóskar seg stak væl til teirra: “Vit læra nógv av verkætlanunum og síggja hvat vit kunnu brúka tað til, sum vit læra”.
Og í so máta læra næmingarnir á Gymnasialu Tøknibreytini meira enn tey flestu, tí verkætlanirnar fevna víða. Umframt tyggigummið og bindiskrínið, fortelja tey eisini um framleiðslu av talgildari alarmskipan, bilhúsi, rabarbuvíni og nógvum øðrum. Og afturat verkætlanunum hava tey eisini ‘vanligar’ frálærutímar í kravdu lærugreinunum, men eisini her eru uppgávurnar gjørdar soleiðis, at tær snúgva seg um praktiskar spurningar, sum næmingarnir so skulu svara.
Smakkurin er nú minkaður í tyggigumminum og næmingarnir rigga av fyri hendan skúladagin. Vitjanin hevur givið innlit í eina miðnámsverð, har næmingarnir bæði læra og gera í senn, alt ímeðan tey hava tað stuttligt.




