Í millum spennandi nøvnini, sum Frigg Festivalurin avdúkar í dag, er kvæðabólkurin Týr og nýggi íslendski topbólkurin Kaleo.
Í millum spennandi nøvnini, sum Frigg Festivalurin avdúkar í dag, er kvæðabólkurin Týr og nýggi íslendski topbólkurin Kaleo.
Týr telist í millum størstu bólkarnar í føroyskari tónleikasøgu og hava hesir stoltu gudasynir Frigg og Óðins herjað í Europa, USA og øðrum fjarskotnum londum við sínum vælljómandi kvæðarokki.
Nýggi íslendski bólkurin Kaleo hevur seinastu tíðina skapt yvirskiftir og vakt ans í Íslandi. Teirra heimabryggj av frígjørdum poppi og ósmædnum rock n’ roll tónleiki, er rættiliga øðrvísi enn alt annað, sum goysir upp úr íslendskum jørðildi. Íslendingar tikið sera væl ímóti bólkinum, sum er spáddur at verða komandi tónleika sigursfararnir í Norðurlondum og úti í stóra heiminum.
Í vár leggja føroyski víkingarnir og topbólkurin Kaleo leiðina framvið í Kongens Hava, har teir framføra til æru fyri Frigg, okkara sól- og kærleiksgudinnu.
Afturat skránni eru eisini føroyski rapparnir Swangah, sum eftir bert fáum árum hava fingið veruliga vind undir seglini og í løtuni eru í spennandi samstarvi við fremstu rapparnir í grannalondunum.
Eisini kunnu Dangers Of The Sea hoyrast á ársins Frigg Festivali. Hesin bólkurin er mannaður av kendum donskum tónleikarnum, eitt nú Jess Jensen (Saybia), Frederik Teige (Efterklang) og Mike Juel Tagehøj (Slaraffenland).
Søgan um Dangers Of The Sea er ævintýrið um ein bólk, sum í tónleikinum fann eydnuna. Hetta er eisini søgan um so mikið vælspælandi og dugnaligar dreingir, at bólkur teirra framførdi á Spot og Roskilde Festivalinum, áðrenn teir góvu út teirra fyrstu fløgu, sum Nikolaj Nørlund ljóðblandaði í fjør. Teir hava síðani verið sera aktivir bæði í heimlandinum og eisini uttan fyri Danmark.
Bólkurin hevur eitt nú spælt konsertir saman við Megafaun (US), Dry The River (UK) Dark Dark Dark (US) og The Dø (FR/FIN). Í novembur bleiv bólkin tilnevndur í trimum greinum til Gaffa prísin.
Afturat hesum bólkunum hevur Frigg Festivalurin eisini kunngjørt Eivør, Páll Finnur Páll, Byrta, Hjálmar og Nanook. Fleiri nøvn leggjast í næstum afturat, og væntast kann at Frigg Festivalurin bjóðar eini 25 nøvnum á pall tilsamans.




