Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tyrlan á fjalli

Oliver Joensen

Legardagin flutti tyrlan hjá Atlantsflog nógvan seyð í Norðoyggjum. Teir vóru á fjalli bæði í Barmi og í Kvígingadali. Menn eru samdir um at tyrlan lættir sera nógv um.

Teir vóru á fjalli í Barmi í gjár leygardagin og myndin, sum sæst til hesa greinina er tikin beint omanfyri rættina við útsýni ímóti Herjaskoragjógv og Norðatanga. (Vit leggja fleiri myndir út frá túrinum mánadagin).
Fjallmenninir lótu annars ikki serliga væl at rakstrinum. Men fluttninginum hálovaðu teir. Komnir á rætt bleiv seyðurin eftir forskriftum bundin niður beint áðrenn tyrlan kom, skundisliga koyrdur í netið og síðani flogin til Klaksvíkar har menn tóku ímóti og loystu upp, so alt í alt mundi seyðurin liggja bundin í einar 10 minuttir.
52 seyðir blivu fluttir av Barminum og heim og tyrlan hevði eisini uppgávu í Kvígingadali, hagani seyður eisini bleiv fluttur til Klaksvíkar.
Um so var at tyrlan ikki bleiv nýtt í Barmi, so høvdu fjallmenninir brúkt einar 6-8 tímarafturat at reka haftseyð úr Barmi og heima á Norðoyrar, so tyrlan styttir teimum ómetaligt um stríðið.