Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tyrlan hjá Atlantic Helicopters eftir skaddum manni.

John William Joensen

Kl 0950 í morgun fekk MRCC Torshavn boð frá reiðaríðnum Thor í Hósvík, at ein maður umborð á Túgvusteini hevði fingi álvarsligt beinbrot, og tí mátti fáast í land sum skjótast.

Bjargingartyrlan hjá Atlantic Helicopters bleiv boðsend og biðin um at taka mannin av. Skipið var til fiskiskap suður av Føroya Banka, og tók tað um 1 tíma at flúgva út á skipið.

Um 12 tíðina hevði tyrlu-manningin fingið mannin av skipinum, og setti kósina móti landi. Sjúklingurin bleiv handaður landssjúkrahúsinum til víðari viðgerð kl 1250.

MRCC Torshavn / 181200

Harleywoodpaint