Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tyrludeildin ber nú eisini navnið Atlantic Helecopters

Oliver Joensen

Broytingar eru gjørdar í viðurskiftunum ímillum tyrlutænastuna og Atlantic Airways og operativi ovastin eitur nú Hans Erik Jakobsen.

Tað hevur leingið ligið á ljóði, at eitthvørt fór at henda viðvíkjandi bygnaðinum hjá Atlantsflog. Gitt hevur verið at Tyrlutænastan bleiv løgd heilt burturúr Atlantsflog og eisini hevur tosað verið um einskiljing.
Nú er greitt, at Hans Hansen, chefpilotur hjá Atlantsflog ikki longur er ovasti fyri Tyrlutænastuni, men at Tyrlutænastan nú hevur egnan operativan ovasta, nevniliga Hans Erik Jakobsen og næsti mæður hjá honum er Terji Jakobsen.
Á fíggjarsíðuni er Marius Davidsen, fíggjarstjóri hjá Atlantsflog, eisini fíggjarstjóri hjá Tyrlutænastuni.
Úteftir verður Tyrlutænastan ikki longur lýst undir navninum Atlantic Airways, men hevur fingið nýtt ingernationalt navn, nevniliga Atlantic Helecopters.
Tá vit høvdu tíðindini, ringdu vit til Hans Erik Jakobsen í kvøld, og váttar hann at broytingarnar eru gjørdar, og at Atlantic Helecopters júst ídag hevur fingið neyðugu loyvini frá loftferðslumyndugleikunum.