Á Summarfestivalinum fara børn og vaksin at síggja tyrlurnar hjá Atlantic Helecopters í tyrlushowi, sum ikki er sæð her á landi fyrr.
Tað eru tey bæði Trøllapætur og Omman, sum eftir tí Norðlýsið hevur fingið at vita, sum ætla sær at stjala aðra tyrluna og sjálvandi fara politistarnir Jógvan og Erling eftir teimum við hinari. Men Trøllapætur og Omman vera ikki fangað uttan drama sjálvandi og eftir at tyrlan hjá politistunum báðum hevur jagstrað hina tyrluna eina løtu, kemur ólag á tyrlurnar og politistarnir eru noyddur at leypa út í fallskýggja.
Borið verður soleiðis í bandi at øll sum eru á festivaløkinum fara at kunna fylgja stóra tyrludramanum.




