Tey eru mong, ið stuðlað kring Føroya Sjómannadag. Tyrlutænastan hjá Atlantic Airways er onki undantak í so máta, trúliga hava tey møtt á flestum Sjómannadegi og sýnt okkum kynstur síni, tá ið um bjarging av illa komnum sjófólki og øðrum ræður.
Tað er altso fangandi at síggja stóru tungu tyrluna, hanga sum fuglur í luftini, og tó sýna styrki at lyfta fólk av báti ella av sjónum og upp í tryggari umstøður.
Tá ein stendur og hyggur, og samstundis hugsar um møguleikarnir við hesum amboði, tá eitthvørt álvarsligt er áfatt umborð á skipi ella á sjónum, so gerst ein skjótt sannførdur um, at Tyrlutænastan eigur at fáa tær peningaligu ræsur, ið skulu til, frá samfelagnum, soleiðis at útgerð og manning altíð eru á hægsta støði, tí tað er høga støði, ið ger tyrlutænastuna til eitt sterkt lið í tilbúgvingini. Er tyrlutænastan ikki á høgum støði, so kann hon skjótt vera til størri skaða enn gagn.




