Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Týskarar leypa á frá byrjan

Jákup Ósá

Tað gongur aftur og aftur úr týsku leguni, at teir ætla at koyra nógv á frá byrjan og fáa eitt skjótt mál.

Philipp Lahm er leikarin við 100 landsdystum og er liðskipari hjá Týsklandi. Hann sigur eins og teir flestu týskararnir, at teir ætla at leggja nógv fyri frá byrjan í dystinum og fáa eitt skjótt mál. Síðani koyra teir tað heim.

– Vit mugu fokusera uppá at spæla fótbólt. Men vit eru noyddir at koyra á frá byrjan, sum vit vanliga gera og so fáa vit ongar trupulleikar, sigur Lahm m.a. við DFB heimasíðuna.