Týska U21 landsliðið vandi í kvøld á Tórsvølli. Og tað sást heilt væl, at her er talan um sera evnaríkar leikarar, tí tekniska støðið var rættuliga høgt undir venjingini.
Marc-André ter Stegen, Morits Leitner og Kevin Volland eru kanska størstu profilarnir á einum liði, har flestu leikararnir til dagligt spæla í Bundesliguni. Talan er uttan iva um eitt tað sterkasta U21 landsliðið, sum nakrantíð hevur vitjað í Føroyum.
Myndirnar eru frá venjingini á Tórsvølli í kvøld.




