Ferðafrásøgn: U14 dreingirnir luttóku í Dana Cup í summar
U- 14 dreingirnir hjá KÍ sum luttóku í Dana Cup 2013, høvdu góðar og spennandi dagar í Hjørring.
Fari var úr Klaksvík, við bussi av sandinum, og vestur í Vágarnar 22 juli, flogi var beinleiðis til Aalborg har bussur stóð fyri okkum og koyrdi okkum til ein skúla har vit fingu innivist.
Seinri sama dag var skrúðgonga og opning sermoni við luttøku av luttakarum frá øllum londunum, fleiri lond luttóku við heilt nógvum liðum, serliga Norra hevði nógv lið, úr Føroyum var met luttøka, heili 14 føroysk lið luttóku í ymiskum aldursbólkum.
Spælt var ymsastaðir í Hjørring og í nærumhvørvinum, skipanin við fríðum bussum til og frá vøllunum var væl skipa.
Fyrsti dystur var tíðliga morgunin eftir at vit komu, leikt var móti einum norskum liði, tað var við spenningi at lagt var fyri, vit kendu einki til mótstøðuliðið.
KÍ spældi væl, nakað av nervum at byrja við, men tað gekk javnt á, mál møguleikar í báðum endum, men eftir eitt horna fingu norsku dreingirnir bóltin í málið.
Vit góðu ikki skarvin yvir, høvdu nógvar málmøguleikar, men inn vildi bólturin ikki, vit stóðu eftir við einum óuppibornum tapi.
Tað at spæla á grasi og a heilum vølli, í mun til at í Føroyum teir spæla á kunst grasi og frá 16m til 16m, var munandi annarleiðis fyri teir, men teir vóru raskir at tillaga seg nýggju umstøðurnar.
Tað sum kann sigast at vera teirra størsta mótstøða var tann nógvi hitin, upp ímóti 30 stigum, hetta skuldi vísa seg at frá dysti til dyst, teir vóru sera væl við fyrst hálva tíman, men so bleiv tað stravið fyri teir.
Teir taptu tepurt næsta dystin, men møttu einum sera góðum Norskum liði tann triðja dystin í bólkaspælinum og taptu við trimum málum.
Teir komu víðari í B bólkin, nú var skipanin tann at tapandi liði fór úr kappingini, vit møttu einum Íslendskum lið og vunnu stórsigur heili 8-0.
Møttu so einum Donskum lið og taptu tepurt óuppiborið í mun til spæli.
Tveir teir seinastu dagarnar var tað hugni á skráni, svimjing, Go Cart o.a.
Vit vóru aftur í Føroyum tann 29. juli, lendu í Vágum uml. klokkan 14.00 har fleiri spent foreldur tóku ímóti okkum, nakrir troyttir dreingir vóru glaðir at vera heima aftur.
Tað var fyrimyndarligt at síggja hvussu væl dreingirnir høvdu tað saman og hvussu fittir teir vóru.
Vit vilja takka øllum sum gjørdu tað peningaliga møguligt, hjá teimum, at fara til Dana Cup.
Takk til øll sum lótu fløskur, keyptu lutaseðlar, stuðlaðu og lótu lutir til básin á Norðoyastevnu, fyri kjálkar og ikki minst til tey feløg og stovnar sum lótu beinleiðis peningastuðul.
Uttan hendan stuðul hevði tað ikki verði møguligt at fari til Dana Cup.




