Í einum jøvnum dysti eydnaðist tað ikki KÍ at vinna seg í 1/4 finaluna.
Úr Spania frætta vit, at talan var um javnan dyst, tá KÍ leikti móti einum lokalum liði í San Sebastian í Spania. Sagt verður, at talan var um ein javnan dyst, har mótstøðuliðið vann uppá eitt brotsspark, sum m.a. KÍ hópurin og venjarin hjá mótstøðuliðnum helt vera skeivt dømt. Hvørki av liðunum komu til nevniverdar møguleikar í dystinum. KÍ hópurin var merktur av, at liðið hevði spælt 14 dystir í minni enn 14 døgum, verður sagt úr Spania.
Les eisini:
– KÍ er komið í finaluna í Spain Trophy
– KÍ U16 dreingir vunnu silvur í altjóða fótbóltskapping í Barcelona




