Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

U17-landsliðsmálmaður fekk fyrsta Formuladystin: Teitur debuteraði tvær ferðir innan eina viku

Norðlýsið ÍTROTTUR

Fríggjakvøldið spældi 15 ára gamli U17-landsliðsmálmaðurin, Teitur Gestsson, sín fyrsta dyst við Formulaliðnum hjá KÍ, og eina viku frammanundan var hann fyri fyrstu ferð við á 1. deildarliðnum.

Í løtuni má KÍ sigast at vera í eini tíð, har nógvir ungir leikarar fáa møguleikan at venja saman við besta og næst besta hópinum hjá felagnum, og so við og við fáa hesir eisini møguleikan í dystum.

Ein av hesum ungu leikarum er tann 15½ ára gamli málmaðurin, Teitur Gestsson, sum í nøkur ár hevur verið og er landsliðsleikari. Fyrst var hann á U15-landsliðnum, og nú er hann fluttur upp í U17-landsliðið.

Teitur, sum er sonur Onnu Katrin Matras og Gest Hovgaard, spældi við Formulaliðnum hjá KÍ í venjingardystinum fríggjakvøldið móti ÍF.
Tað er ikki til at siga fyri vist, um hann er yngsti málmaður, sum hevur spælt við besta KÍ-liðnum, men givið er, at teir eru ógvuliga fáir, sum hava roynt hetta á so ungum aldri.

Dysturin við Formulaliðnum fríggjakvøldið var næsta debut’in innan eina viku, tí sum nevnt spældi hann nakrar fáar dagar frammanundan sín fyrsta dyst við 1. deildarliðnum, so sigast má, at Teitur er í eini sera avbjóðandi og spennandi tíð sum fótbóltsleikari.

Vit fingu eina mynd av feðgunum báðum, Teiti og Gesti, beint eftir dystin, og tá ið vit prátaðu eitt sindur við pápan um, hvussu tað hevði gingið í dystinum, helt hann fyri við einum smíli, at hann ivaleyst hevði verið meira spentur undir hesum dystinum enn Teitur sjálvur hevði verið, og tað er væl skiljandi.

Tað verður sjálvandi nakað av tíð enn, áðrenn hann av álvara sleppur at royna seg í allar fremstu røð millum teir vaksnu, men givið er, at Teitur er ein evnaríkur málmaður, sum er í eini rúkandi menning í løtuni, ungur sum hann er, og lærumeistarin má sigast at vera ein tann besti í landinum, tí hann hevur sjálvan A-landsliðsmálmannin, Jákup Mikkelsen, at venja saman við.