Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

U17 liðini komin til Nevza-kapping í Kettering

FBF

U17 liðini í flogbólti eru komin til Kettering í Onglandi at kappast í árligu nevza-kappingini. Við í kappingini hesaferð eru 7 lond – Ongland, Finland, Svøríki, Noreg, Danmark, Ísland og Føroyar.

U17 liðini í flogbólti eru komin til Kettering í Onglandi at kappast í árligu nevza-kappingini. Við í kappingini hesaferð eru 7 lond – Ongland, Finland, Svøríki, Noreg, Danmark, Ísland og Føroyar.

Føroysku genturnar eru komnar í bólk við Finlandi og Íslandi. Dreingirnir eru í bólki við Svøríki, Danmark og Íslandi.

Kappingin byrjaði í kvøld, hóskvøldið og U17 dreingirnir hjá Føroyum skuldu longu í fyrsta dystinum royna seg. Mótstøðuliðið var Svøríki. Næstu dagarnar verða so dystir slag í slag:

Dystarskráin sæst í myndunum niðanfyri.

Leygardagin og sunnudagin verða so fjórðings-, hálv- og finaluumfør umframt allir plaseringsdystirnir.

Til ber at stroyma nakrar av dystnum. Leinkja til hetta er at finna á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum fbf.fo, har úrslit og annað eisini er at síggja.

Føroyska ferðalagið er aftur í Føroyum mánadagin 2. november.