Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

U18 hjá KÍ helt lív í FM dreyminum

Jákup Ósá

Við 5-2 sigri á B36 gjørdi U18 liðið hjá KÍ sítt til, at spenningurin í U18 kappingini helt sær til seinasta umfar.

Bæði KÍ og B36 manglaðu profilar til kvøldsins dyst. Hjá KÍ vóru m.a. U19 landsliðsleikararnir Tórur Justesen og Poul N. Mikkelsen ikki við, meðan m.a. B36 profilurin Rasmus Dan Sørensen ikki spældi hjá B36.


KÍ sat á fyrra hálvleiki

KÍ kom á odda beinanvegin við máli frá Jóannes Bjartalíð. B36 javnaði, tá KÍ málverjin Fríði Sigurðsson fór skeivur av einum innleggið og Benjamin Heinesen kundin sk. Beint áðrenn hálvleik kom KÍ á odda. Jóannes Danielsen hevði roynd, sum endaði á stongini, kom út aftur í B36 málverjan og so í málið. 2-1 var hálvleiksstøðan, har KÍ annars hevði sitið tungt á dystinum og havt møguleikar til fleiri mál.


Teir 10 royndust væl

Seinni hálvleikur byrjaði við dramatikki. Fyrst fekk Eivin Sørensen tvey gul kort og harvið reytt og síðani javnaði B36 stutt aftaná við væl spældum máli. Men hóast ein kundi freistast til at hugsa, at B36 fór at taka yvir, og summir KÍ áskoðarar høvdu eisini meira fokus á dómaran enn á spælið hesa løtuna, so hildu teir bláu gott fokus og tóku sum fráleið yvir í dystinum. KÍ kom á odda 3-2, tá Andrias Frederiksberg hevði eitt framúr gjøgnumbrot í høgru og spældi inn til Jákup Paula Ziskason, sum næstan á strikuni bara skuldi trilla bóltin inn. Løtu seinni var sama uppskrift, men tá var tað skjóti Bárður Hansen sum hevði frálíkt gjøgnumbrot í høgru. Komin til baklinjuna spældi hann útfrá til Steinbjørn Olsen, sum hesaferð var tryggur, eftir at hann annars hevði misbrúkt fleiri góðar møguleikar í fyrra hálvleiki. Seinasta málið kom móti endanum, tá Jóannes Bjartalíð sendi fríspark innfyri í høvdið á Bárði Hansen, og so var 5-2 til KÍ.

Alt liggur til NSÍ

Endaliga úrslitið var 5-2 og hóast tað ikki sá gott út hjá KÍ, tá B36 javnaði til 2-2 og var ein leikari í yvirtal, so var ongantíð ivi um vinnaran. Við sigrinum kom KÍ uppá sama stigatal og nógv betri málmun enn oddaliðið NSÍ. Men tá innanhýsis dystir telja, so er NSÍ á odda. Seinasta umfar er mánadagin, og tá liggur tað til NSÍ at vinna FM heitið, tí teir hava heimadyst móti niðasta liðinum EBS/Skála, ið bara hevur vunnið ein dyst í ár.

Harleywoodpaint