Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

U20 kvinnurnar í San Marino til EM undankapping

Jóhann Lützen

Føroysku U20 kvinnurnar í flogbólti eru í hesum døgum í San Marino til EM undankapping. Málið er at vinna seg til EM endaspælið, sum verður í juli 2027.

Føroyar eru komnar í innleiðandi bólk við Monaco og San Marino. Fyrsti dysturin verður í morgin 3. oktober kl. 11.00 í móti Monaco. Kl. 19.30 verður leikt ímóti vertunum úr San Marino. 

Tað átti at verið sannlíkt, at føroyska liðið leikar seg víðari til aðra hálvfinaluna – antin sum vinnari av bólkinum ella sum nummar 2 í bólkinum. Vinna føroysku kvinnurnar bólkin, verður hálvfinalan ímóti nr. 2 úr hinum bólkinum. Tann dysturin verður sunnudagin kl. 8.30. Verða genturnar nr. 2 í bólkinum, skulu tær møta nr. 1 í hinum bólkinum. Tá skulu tær leika hálvfinalu sunnudagin kl. 11.30. 

Finalan í kappingini verður sunnudagin kl. 18.30.

Høvuðsvenjarin, Marjan Nikolic, hevur úttikið hesar leikarar til undankappingina: Elisabeth Norðoy Vilhelmsen, Edna Henriksen, Anna Katrina í Haraldstovu, Arina joensen, Osla Johannesen, Savanna Onghamar, Marjun á Mýrini, Maria Teresa Vitalis, Maia á Lakjuni, josefina Ingibjørg Fjallsbak, Petra Radinovic Panic, Maria Hovgaard