Flogbóltur: U-20-landsliðið er júst farið til Kypros til EM-undankapping, har teir í vikuskiftinum skulu leika landsdystir móti 6 londum. Hetta er fyrstu fer, at U-20 luttaka í EM-undankapping.
Tíðindaskriv:
Flogbóltur: U-20-landsliðið er júst farið til Kypros til EM-undankapping, har teir í vikuskiftinum skulu leika landsdystir móti 6 londum. Hetta er fyrstu fer, at U-20 luttaka í EM-undankapping.
Í hesi undankappingini á Kypros eru Føroyar, Kypros, Luksemborg, Norðurírland, Skotland og San Marino.
Liðini eru skipað í tveir bólkar, og føroysku menninir skulu fyrst spæla móti Kypros og Norðurírlandi í innleiðandi bólkinum. Eftir bólkaspælið verða hálvfinalur og finalur.
Tað er fyrstu ferð, at U20-landsliðið hjá monnum, sum er mannað við leikarum føddir eftir 1. januar 1997, verður við í undankapping til EM.
Venjarnir eru Suni Hansen, høvuðsvenjari og Otto Leo Gram, hjálparvenjari. Á liðnum eru 4 leikarar úr SÍ, 3 úr TB, 3 úr ÍF og 2 úr Fleyr.
Mynd:
Aftast frá vinstru: Otto Leo Gram, hjálparvenjari, Hjørtur Sólstein, ÍF, Uni Jacobsen, Fleyr, Ingálvur Eydunsson Olsen, IF, Oskar í Harldstovu Weihe, SÍ, Tróndur Høgnason Hansen, ÍF, Jón Weihe Simonsen, SÍ og Suni Hansen, Høvuðsvenjari.
Húkandi frá vinstru: Gudmundur Vestergaard Larsen, TB, Niclas Djurhuus Olsen,TB, Bárður Dimon, TB, Oddur í Haldsstovu Petersen, SÍ, David Hentze, Fleyr og Julian Vest Niclasen, SÍ




