Kl. 17.00 verður seinasti EM undankappingardysturin hjá U21 landsliðnum hjá Føroyum leiktur í hesum bólkinum.
Dysturin er móti Montenegro, sum liggur nummar trý í bólkinum, men sum kann koma uppá 2. plássi um teir vinna og Rumenia missir stig í seinasta umfarinum. Føroyar hava fingið 1 stig í hesum bólkinum.
Dysturin á Svangaskarði týsdagin byrjar kl. 17.00.
Føroyski hópurin taldi upprunaliga 25 leikarar, men tað var tí, at heili 8 av teimum vóru við í A-landsliðshópinum. Sonni Ragnar Nattestad, Hallur Hansson og Gilli Sørensen spældu allir frá byrjan og vera tí ikki við U21 landsliðnum hesaferð.
Hópurin er tískil hesin:
Pál M. Joensen, Teitur M. Gestsson, Tróndur Jensen, Rene S. Joensen og Poul Ingason, HB
Jógvan Skeel Nolsøe og Beinir Ellefsen, AB
Heðin Hansen og Bárður Hansen, Víkingur
Andrias Eriksen og Hørður Askham, B36
Brandur H. Olsen, FC København (DEN)
Ári Mohr Jónsson, Silkeborg IF (DEN)
Árni Frederiksberg, NSÍ
Teitur Olsen og Rógvi Joensen, TB
Bogi R. Petersen, Hallgrím G. Hansen og Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF
Gunnar Zachariassen, EB/Streymur
Sørmundur Kalsø og Ivan Joensen, KÍ




