Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

U21 fyrireikar seg til dyst í Klaksvík

Jóhann Lützen

Týsdagin spælir U21 fótbóltslandsliðið EM-dyst í Klaksvík. Tveir KÍ-spælarar eru við í U21 hópinum. Teir eru málmaðurin Ári í Haraldsstovu Petersen og verjuspælarin Børge Petersen

 

 

Føroyska U21 landsliðið spælir týsdagin kl. 17:30 EM-undankappingardyst ímóti Grikkalandi í Klaksvík.

Føroyar eru í bólki G saman við Portugal, Kroatia, Grikkalandi, Hvítarusslandi og Andorra. Føroyar hava higartil fingið 7 stig í 7 dystum og eru nummar 4 av teimum 6 londunum í bólkinum. Grikkaland er nummar 3 í bólkinum.

Føroyar hava tríggjar dystir eftir at spæla, og teir vera allir á heimavølli. Týskvøldið vitjar Grikkaland, og í oktober koma Portugal og Hvítarussland til Føroya at spæla.

U21 landsliðið hevur heimavøll í Klaksvík, og í fjør vóru tveir sera spennandi og undirhaldandi dystir spældir í Klaksvík.

Fyri nøkrum døgum síðani høvdu Føroyar eitt sera gott avrik á útivølli ímóti Kroatia. Tíverri taptu Føroyar 2-1, men U21 menninir ætla at fáa nakað burtur úr dystinum í Klaksvík týskvøldið. 

Tveir KÍ-spælarar eru við í U21 hópinum. Teir eru málmaðurin Ári í Haraldsstovu Petersen og verjuspælarin Børge Petersen.

Sunnudagin vandi U21 landsliðið í Klaksvík, og í dag klokkan 12 venja teir aftur við Djúpumýri. 

Harleyfacadeacryl