Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

U21-landsdystur á Svangaskarði í morgin

Helgi Abrahamsen

Hósdagin klokkan 18:00 skal føroyska U21-landsliðið aftur í eldin. Talan er um ein dyst í EM-undankappingini og mótstøðuliðið er Russland. Dysturin verður spældur á Svangaskarði á Toftum.

Fyrri dysturin millum Russland og Føroyar varð spældur í Krasnodar í Russlandi í november í fjør. Úrslitið gjørdist 2-0 til russar, eftir at støðan hevði verið 0-0 í hálvleikinum.

“Vit fyrireika okkum so væl sum tilber, og ætla okkum so avgjørt at vinna hendan dystin. Liðið mennist alla tíðina, og tað er eisini hugaligt at síggja, at fleiri av U21-spælarunum gera seg galdandi á A-landsliðnum,” sigur Bill McLeod Jacobsen, venjari, við heimasíðuna hjá FSF.

“Í dystinum í Russlandi í fjør spældu vit væl, men vóru tíverri ikki nóg neyvir í avgerandi løtum. Har afturat máttu vit síggja burtur frá fimm spælarum, ið høvdu aðrar fótbóltsavbjóðingar um somu tíð. Men hesir eru nú tøkir, so vit gleða okkum at møta Russlandi aftur,” sigur venjarin.

Á sumri í 2009 møttust U21-landsliðini hjá Føroyum og Russlandi á ovara vølli í Gundadali. Ta ferðina vann føroyska liðið 1-0 við máli sum Jóan Símun Edmundsson skoraði.

Atgongdin til dystin hóskvøldið er ókeypis.