Eftir tvey greið tap eydnaðist tað føroyska U21 landsliðnum at fáa stig í kvøld, tá liðið vitjaði Finnland.
Finnland kom á odda 1-0 í seinna hálvleik, men tað gekk bara lítil løta, so hevði Meinhard E. Olsen javnað til 1-1 eftir upplegg frá Jákupi Thomsen. 1-1 bleiv eisini endaliga støðan. Skal ein taka hagtølini, so sást, at føroyska liðið var væl við og hevði nógvar royndir á mál. Hetta er fyrsta stigið hjá Føroyum í trimum teimum fyrstu dystunum í hesum bólkaspælinum og uttan iva eitt gott úrslit at taka við sær til báðar dystirnar, sum eru eftir í ár, sum báðir eru á heimavølli, móti Georgia og Póllandi.
Mynd: FSF.fo




