Tað eydnaðist føroyska U21-landsliðnum at fáa eitt stig í torføra útidystinum í Baku í Aserbadjan. Tað sá annars leingi út til, at okkara fóru at fáa øll stigini, men í 88. minutti javnaði Aserbadjan til 1-1, sum gjørdist endaliga úrslitið.
Føroyska málið skoraði Ári Mohr Jónsson fimm minuttir fyri hálvleik.
Næsti dystur hjá okkara U21-monnum, sum er tann seinasti í hesari undankappingini, verður á heimavølli 7. oktober, tá eysturríkar koma á vitjan.
Mynd og tekstur: FSF




