Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

U21 landsliðið og Svangaskarð enn einaferð

Jákup Ósá

Bæði U21 landsliðið og Svangaskarð eru tveir ”partar” av føroyskum fótbólti, sum standa fyri góðum úrslitum. Tá so U21 landsliðið enntá spælir á Svangaskarði, so kann tað ikki enda galið. Og tað gjørdi tað heldur ikki í kvøld, tá 1992 og 1993 árgangurin á meistarligan hátt takkaðu fyri seg á U21 við 1-0 sigri á Montenegro.

Sum skilst av Svangaskarði, so var talan um fult uppibornan føroyskan sigur og eitt avrik av teimum heilt góðu móti einum liði, sum hevði alt at spæla fyri og við hesum tapinum ikki fekk 2. plássið í bólkinum. Einasta føroyska málið skoraði Ári M. Jónsson, tá hálvur tími var leiktur. Møguleikar vóru til fleiri mál, og har átti føroyska liðið eisini munin í góðum mál møguleikum.
U21 landsliðið var hevur áður fingið fleiri stig til onnur bólkaspøl, men man sigur, at tá endin er góður er alt gott. 4 stig í einum sterkum bólki er helst at liva við, tá samanum kemur. Tá skal eisini havast í huga, at liðið var tætt við at taka stig frá eitt nú Týsklandi á útivølli. At liðið megnaði at skora 9 mál sigur eisini, at tað hevur verið undirhaldandi at hugt eftir U21 landsliðnum.
Niðanfyri er samrøða við annan av landsliðsvenjarunum Bill M. Jacobsen, sum FSF síðan á facebook hevur gjørt.