Føroyska avrikið var merkt av stóru útskiftingini og fáu royndunum, men dysturin var sum heild javnur og í opnum spæli stóð føroyska liðið einki aftanfyri Aserbaijan.
Nógvir áskoðarar høvdu leitað sær á Svangaskarð til fyrsta U21 landsdystin í hesi EM undankappingini, Talan var um púra nýtt føroyskt lið, har eingin leikari í uppstillingini uttan Poul Ingason hevði nakrar nevniverdar U21 landsliðsroyndir.
Í fyrra hálvleiki hevði føroyska liðið tað trupult, tá liðið skuldi skapa nakað frameftir. Gestirnir vóru vandamiklari og vóru fleiri ferðir nær við. Í seinna hálvleiki bleiv føroyska avrikið nógv betri, og heimaliðið sat til tíðir á dystinum. Heilt stóru møguleikarnir komu kanska ikki, men ofta vóru góðar støður. Men 10 minuttir áðrenn leiklok kom einasta málið í dystinum og tað fekk Aserbaijan eftir hornasparksstøðu, har uppdekkingin hjá føroyingum ikki var nóg góð. Føroyska liðið trýsti seinastu løtuna, men inn vildi bólturin ikki.
Sum heild sást á liðnum, at liðið ikki er samanspælt og at talan var um fyrsta dyst, har nógv var nýtt fyri teir flestu. Men tað vóru eisini ljóspunkt, og leikararnir stríddust væl. Verjuspælið bleiv sum fráleið eisini gott, men hóast talan var um javnan dyst, so er trupult at veruliga meta um føroyska liðið, tá mótstøðuliðið hevur eina ókenda styrki og mest sannlíkt ikki er í nærheitini eins sterkt sum tey bestu í bólkinum.




