Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

U21 landsliðið tapti stórt

Jákup Ósá

Vánaligt verjuspæl gjørdi tað lætt hjá Finnlandi at vinna stórsigur.

Finnland kom skjótt á odda, men Føroyar spældu seg inn í dystin og Hákun Edmundsson um miðjan fyrra hálvleik. Men beinanvegin aftaná skoraði Finnland aftur, og áðrenn hálvleik fekk Finnland tvey mál afturat til hálvleiksstøðuna 4-1. Í seinna hálvleiki komu Føroyar heilt væl inn í dystin, men nærum fyrstu ferð Finnland kom framum miðjuna í seinna hálvleiki, so var mál. Móti endanum fekk Finnland eitt mál afturat, og so var endaliga støðan 6-1.

Í álopsspælinum vóru glottar at hóma, har serliga Jákup Thomsen og Teit Jacobsen vístu góðar taktir. Eisini innskifti Jákup V. Olsen á vinstra bakki vísti fyrimyndarligan hugburð, tá hann kom inn. Onkrir stórir møguleikar komu eisini og nógvar góðar deyðbóltsstøður. Men verjuspælið var vánaligt og fleiri av málunum hjá Finnlandi vóru alt ov bílig. Heilt fitt av áskoðarum vóru møttir í góðveðrinum og viðhaldsfólkini hjá Skansanum koyrdu á sínar menn líka til seinastu leikararnir fóru í umklæðingarrúmið eftir dystin.

Føroyar hava framvegis einki stig fingið í hesari undankappingini. Næsti dystur verður móti Russlandi á heimavølli 1. september.