Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

U21 landsliðsleikari fer helst úr TB

Jákup Ósá

Fær AB U21 landsliðsleikara úr TB? Hann skoraði 6 mál, legði upp til 3 mál og byrjaði inni seinast á U21 landsliðnum.

Fær AB U21 landsliðsleikara úr TB? Hann skoraði 6 mál, legði upp til 3 mál og byrjaði inni seinast á U21 landsliðnum.

U21 landsliðleikarin Patrik Johannesen hevur seinastu tvey árini verið ein av profilunum í álopspartinum hjá TB. Í ár var hann saman við Teiti Justinussen næstbesti málskjútti hjá TB aftanfyri Albert Adu. Patrik skoraði 6 mál og legði upp til 3 mál í 1967 minuttum í Effodeildini.

Flytur helst norðureftir

TB hevur kunngjørt ein stóran part av sínum hópi til komandi ár, men har ímillum var ikki navnið á U21 landsliðsleikaranum. Søgur hava seinastu tíðina gingið um, at Patrik møguliga fer at skifta felag, og at AB er millum favorittarnar at fáa hann.

– Eg havi fleiri møguleikar og hugsi nú um, hvat eg skal gera. Tað snýr seg um nógv viðurskiftir, tá eg skal avgera, hvar eg spæli næsta ár. Tað snýr seg m.a. um, hvørjar møguleikar eg kann fáa uttanfyri fótbóltin sum t.d. arbeiði ella lærupláss, og tað snýr seg um, hvat felagið kann geva mær, og hvat eg kann geva felagnum, sigur Patrik Johannesen við Norðlýsið, sum staðfestir, at góður møguleiki er fyri, at hann flytur úr Suðuroynni.

Hann váttar, at hann tosar við bæði núverandi felagið TB og AB, men vil ikki avvísa, at hann kann enda í øðrum felagi.