Sáttmáli er ikki undirskrivaður, men Jan C. Dam, høvuðsvenjari, sigur, at møguleiki er fyri, at HB fær hendan leikaran í hópin.
Sáttmáli er ikki undirskrivaður, men Jan C. Dam, høvuðsvenjari, sigur, at møguleiki er fyri, at HB fær hendan leikaran í hópin.
Talan er um Magnus Egilsson, sum er uppaldur í HB, men sum seinastu árini hevur spælt við AB. Magnus er í løtuni U21 landsliðsleikari og byrjaði inni móti Russlandi seinast, tá U21 landsliðið spældi.
HB hevur skipaða vetrarvenjing, og Magnus hevur vant við liðnum seinastu tíðina. Sostatt bendur nógv á, at U21 landsliðsleikarin skiftur AB út við HB.
– Magnus venur við okkum nú. Hann spældi við móti B68 seinasta mikukvøld og skoraði annað av málunum hjá okkum. Hann kemur at venja við eina tíð, og so taka vit støðu einaferð seinni, um avtala skal gerast við hann. Men tað er avgjørt ein møguleiki fyri, at hann kemur til HB, sigur Jan C. Dam, høvuðsvenjari hjá HB, við Norðlýsið.
HB vann 2-0 í venjingardysti móti B68 mikukvøldið.




