Jóannes Bjartalíð úr KÍ er við góðari hjálp frá brotsspørkum og deyðbóltum á odda í málum/uppleggum samanlagt, meðan John Frederiksen úr 07 Vestur er nógv effektivast í mun til spælitíð.
Eins og seinastu tvey árini, so liggur Jóannes Bjartalíð ovast av U21 (leikarar føddir í 1996 ella seinni) leikarunum í málum ella uppleggum. Men tað er ikki vist, at hann endar ovast, tí tætt er millum teir fremstu. Í mun til spælitíð, so er John Frederiksen úr 07 Vestur nógv effektivast. Hann kom til 07 Vestur í summar eftir at hava spælt uttanlands. Hann hevur bara 72 minuttir pr. mál ella upplegg. Annars er B36 best umboðað á topp 10 listanum yvir U21 leikarar í málum og uppleggum.
Navn Mál(*) U(**) Tils.Min. Min. pr. mál/upplegg
Jóannes Bjartalíð(KÍ) 6(2) 8 (6) 14 1989142
Búi Egilsson (TB/FCS/Royn)10 3 132033156
Benjamin Heinesen (B36) 6 6 121646137
Petur Knudsen (NSÍ) 5 6 111225111
Michal Przbylski (Skála) 9 2 111368124
Jann Benjaminsen (NSÍ)5 4 91083120
John Frederiksen (07 Vestur)6 2 8578 72
Adrian Justinussen (HB) 1 6 71218174
Meinhardt E. Olsen (B36)4 2 6803134
Erlendur Magnussen (B36)4 2 61379230
* í klombrum eru brotsspørk
** í klombrum eru deyðbóltar, so sum skotið hornaspark ella fríspark, sum hevur givið upplegg




