Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

U6 hjá KÍ vann Summar Cup 2015

Jákup Ósá

U6 hjá KÍ vann Summar Cup 2015. Summar Cup er kapping, ið B36 skipar fyri og sum verður spæld í summarfrítíðini í Tórshavn. Finalan var ímillum KÍ og B36 og KÍ vann 1-0. Fyrst var ein innleiðandi bólkur, har ið KÍ vann allar sínar fýra dystir. Síðan var ein finalubólkur við fýra liðum, har vann KÍ ein dyst og spældi tveir dystir javnar. Finalan var ímillum nr. 1 og nr. 2 í tí bólkinum og hana vann KÍ 1-0 móti B36.