Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

UEFA-B venjarar útbúnir av FSF

(
John Færø)

Fríggjakvøldið 20. juni fingu 6 venjarar handa prógv í nýggja FSF-húsinum í Tórshavn. Skeiðið, ið teir nú eru lidnir við, kallast FSF-slóðarin, og er tað fyrsta av sínum slag í Føroyum.

Skeiðs-leiðararnir hava verði teir báðir Hans Mouritz Foldbo og Petur Simonsen, ið báðir eru góðkendir instruktørar/vegleiðarar, frá DBU.

FSF-slóðarin er seinasti parturin av fleiri skeiðum og gevur nú venjarunum heiti, sum UEFA B – venjarar.

Venjararnir hava síðan apríl mánað, luttikið á skeiðum og hava havt eygleiðarar at hugt at, venjingum og dystum, umframt at venjararnir hava gjørt aðrar uppgávur, ið hava verði tengdar at liðnum teir venja, og av einstøkum leikarum á liðnum.

Teir venjarar ið nú kunnu kalla seg UEFA B góðkendir venjarar eru:

Bill Mc. Leod Jacobsen KÍ
Finn Johannessen KÍ
Bogi Lervig LÍF
Abraham Løkin NSÍ
Pætur Clementsen HB
Páll F. Joensen FSV