Hóast Molde vann fyrra dystin 2-0 á heimavølli ímóti KÍ, tykist felagið at gera sær ómak við fyrireikingunum til seinna dystin ímóti KÍ á Svangaskarði nú hósdagin. Molde-hópurin kom til landið longu týsdagin.
Á heimasíðuni hjá Molde er grein um dystin, har m.a. verður sagt, at Molde FK hevur ein 2-0 sigur frá heimadystinum við sær í lummanum til Føroya og átti við einum góðum innsatsi at havt góðar møguleikar til at koma víðari til 1. umfar í UEFA-cup.
Síðani skrivar heimasíðan, at lutakastið til 1. umfar verður í Monaco fríggjadagin tann 29. august klokkan 13, og at dystirnir í 1. umfari verða mikudagarnar tann 24. september og 15. oktober.
At felagið frammanundan tosar um lutakastið til 1. umfar, ber boð um, at teir longu lutvíst hava kannað sær sigurin.
Øvugt tykist liðið at taka dystin í størsta álvara, tí sum nevnt er hópurin komin til Føroya longu týsdagin fyri at fyrireika seg til dystin.




