Leygardagin var nógvur vindur og skaðar vóru eisini runt um í Klaksvík
Um døgurða tíðina leygardagin vóru ógvusligar hvirlur og um kvøldið var rættuligt ódnarveður.
Tað var tó næstan stilli ímillum hvirlurnar og vindmátarin hjá landsverk, sum stendur á Gerðabø, máldi hvirlur uppí 45 m/sek.
Á Norðoyri fekk nýggi fótbóltsvøllurin stóran skaða.
Girðingin kring vøllin fór illa og sjálvt græsteppi loysnaði.
Sí myndir




