Á stórari UEFA ráðstevnu á Kýpros tann 21. – 23. apríl 2004, fekk fyrrverandi formaður FSF’s Torleif Sigurðsson, handað viðurkenning í samb. við, at hann hevur sitið í nevnd í 12 ár hjá UEFA.
Eisini hevur UEFA heiðrað hann við "Order of Merit in Ruby", ið er næstovasta tingarstig hjá UEFA.
Í viðmerkingini á heiðursskjalinum stendur, at hetta er fyri hansara megnararbeiði fyri evropeiskan fótbólt.




