Tað tykist vera sera trupult at fáa semju um broytingar, hvat pengafótbólti viðvíkur bæði við landsliðspengum og pengum frá luttøku í Europa fótbólti. Seinastu tíðina hevur kjak verið í føroyskum fótbólti um pengafótbólt og hvussu hesir pengar eiga at býtast. Eitt kjak, sum eisini hevur koyrt av og á í fleiri ár.

Fleiri og fleiri hava víst á, at føroyskur fótbóltur er á vandakós, tí gjógvin millum tey bestu/ríku og so hini veksur og tað kemur at gera, at vit í framtíðini hava nøkur heilt fá lið, sum hvørt ár sita á øllum teimum fremstu plássunum og harvið eisini øllum pengunum, sum koma til Føroyar uttanífrá fyri Europa luttøku og landsliðsvirksemi.
Tað hevur fleiri ferðir verið ført fram, at fyri at nøkur broyting skal gerast viðv. hesum býtinum, so skulu ØLL feløgini vera fyri tí.
Hetta eru krøv frá UEFA, hóast tað ljóðar eitt sindur løgið, tí soleiðis verður ikki arbeitt vanliga í fólkaræðisligum samfeløgum, tá broytingar ver gjørdar á so mongum økjum.
Tískil er helst óhugsandi, at nakrar broytingar við pengabýtinum vera framdar í bræði.
Við krøvunum frá UEFA í skjáttuni kann lítli minnilutin – trý feløg – sum í dag fáa allar UEFA krónurnar, sjálvi avgera um ella hvussu nógv restin av hinum limafeløgunum í FSF skulu hava burtur av. Sostatt verður neyvan nøkur broyting.
Sum skilst fundast formennirnir um spurningin í kvøld.