Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÚF hoyrist nógv longur enn Bjarni Djurholm vil vera við

Oliver Joensen

Ein av okkara langfaramonnum, Eyðun Simonsen úr Hoyvík staðfestir, at millumbylgjusendarin hevur nógv størri týdning enn landsstýrismaðurin vil vera við

Millumbylgjusendarin.
 
Undirritaði var ein av nýggju, ið hevði eina viðmerking í bløðunum um millumbylgju- sendaran.
Eg skal her royna at greina nøkur mál, ið møguliga kunnu misskiljast, eftir at Bjarni Djurholm hevði grein í bløðunum seinasta vikuskiftið.
 
Havi siglt í fastari rutu millum Danmark og Grønland í 10 ár, og mínar royndir eru, at ÚF hoyrist nógv longur, enn Bjarni Djurholm vil vera við. Sí talvu.
Upplýsingarnar í talvuni eru royndir hjá mær sjálvum og nøkrum av mínum starvsfeløgum.
 




 

Akraberg fj.

Akraberg km.

Viðmerkingar


Skagen

580 fjóringar

1074 km

Hoyrist hampuliga væl**


Lindesnes

486 fjóringar

900 km

Hoyrist væl*


35 gradir vestur
59 gradir norður

850 fjóringar

1600 km

Hoyrist hampuliga væl**
 
* Merkir at tú kann lurta uttan at vera noyddur at kýta teg á nakran hátt. Tú kann v.ø.o. fáast við
okkurt annað meðan tú lurtar.
** Merkir at tú ikki kann fjasast við alt ov nógv annað uttan at missa tráðin.
 
ÚF hoyrist sostat tvífalt so langt sum ITU (International Telecomunication Union) sambært Bjarna Djurholm sigur. ITU hevur uttan iva okkurt minsta mál fyri, hvussu sterkt signalið skal verða fyri at telja við. Men tað bilar einki, um tað skróðar eitt sindur í. Sjófolk krevja ikki stereogóðsku.
 
Bjarni Djurholm skrivar, at órógv er mest ein trupuleiki um náttina. Tá man sigur, at rúmbylgjan er ein trupuleiki um náttina, meinar mann frá sólsetur til sólarris.
Ta myrkastu tíðina, um okkara leiðir, setur sólin longu um trítíðina seinnapart og rísur um tíggjutíðina fyrrapart. T.v.s. at náttin er einar 18 tímar, tá ringast vil til.
Mann skuldi trúð, at við einum 25 kw sendara verður trupuleikin við óljóði nógv størri.
Tað verður sum at teska inni í eini ítróttarhøll móti endanum av einum jøvnum hondbóltdysti.
 
Ein Føroysk fjarskiftisfyritøka bjóðar sær at senda tíðindi til skip, um fylgisvein. Men tað krevur, at skipið hevur útgerð til at taka niður fylgisveinasjónvarp, og henda útgerð er sera dýr.
Eg haldi, at tað er í so nógv avgjørt at kalla hetta tilboð internet som Bjarni Djurholm kallar tað. Talan er um at senda og móttaka data, í einum, einaferð um samdøgrið. Fyritøkan lýsur við, at man fær tíðindir uttan at fara á internetið!!!
Tað sigur ikki so lítið, at tað kostar 1.400 kr. um mánaðan bara at taka niður ÚF beinleiðis. 
Um so er, at landið ikki hevur ráð til ein millumbylgjusendara, ið hoyrist víða, so er bara at siga sum er, ístaðin fyri at pakka tað inn í eina umbering um, at tað ikki hevur nakran týdning at minka sendiorkuna niður í 25kW!
 
Men fyri at ikki alt skal enda við munnhøggan um kilowatt, kilometrar, óljóð og hoyrilíkindir, so vil eg mæla til at Føroya Tele, sum eina roynd, skrúvar niður fyri núverandi sendara so hann sendir við 25kW. So verður sjón fyri søgn.
Tá tað letur seg gera at skrúva millum 200kW og 100kW, so man eisini vera møguligt at skrúva longur niður.
Tá kann Tingið taka avgerð út frá veruligum royndum. Og ikki bert einum matematiskum modeli frá ITU.
 
 
Vinarliga.
 
Eyðun Simonsen.Hoyvík.