Ført hevur verið fram ymiska staðni, at Ung fyri Miðflokkin hevur stuðlað teimum einstaklingum, ið ynskja at gera hash lógligt í Føroyum. Vit skilja væl tey, ið øtast yvir hetta og hevur nevndin tí valt at koma við hesi fráboðan, ið staðfestir støðutakanina hjá UfM til málið.

Ein einmælt UfM nevnd vil hervið gera greitt, at ungmannafelagið uppá tað sterkasta tekur frástøðu frá ætlanum um at loyva hash ella at dyrka hamp í Føroyum. Lat tað eisini vera greitt, at ongin, ið ber tílík sjónarmið fram, umboðar UfM á nakran sum helst hátt. Hetta eru sjónarmið, ið vit als ikki kenna okkum aftur í ella ynskja at vera sett í samband við. UfM ynskir ikki at gera eitt rúsevni lógligt, ið er høvuðsatsókn til so nógvar vanlukkiligar mannalagnir. Tvørturímóti vóna vit, at løgtingið tekur høgu rúsevnis- og rúsdrekkamisnýstluna millum føroyskum ungdóm í álvara og tekur stig til at minka um hesa. Millum annað kundi verið byrja við at bannað innflutningi av hampfræi og við at veitt hægri játtan til fyribyrging og ráðgeving.
Nevndin í UfM.