Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Um at flyta seg frá fólkinum

Sonja J. Jógvansdóttir


Sera avdúkandi var tað, at Bill Justinussen, umboð Miðfloksins í Kringvarpinum herfyri, ikki hevði hóming av, hvør lønin er hjá túsundavís av føroyingum. Bill Justinussen er eitt sera gott dømi um, hvat hendir við politikarum, tá ið teir sita við valdi ov leingi. Hesir flyta seg longur og longur frá fólkinum, og hava ikki hóming av, hvussu fólk liva, og hvat rørist millum vanliga føroyingin

Herfyri avdúkaði Bill Justinussen í kringvarpinum, at hann ikki veit serliga nógv um, hvat fleiri túsund løntakarar forvinna. Tað kom týðiliga framm í samrøðu í Fimmaranum í kringvarpinum, tá ið uppáhaldið var, at ongin løntakari forvinnur undir 19.000 kr, tí so lág er tímalønin ikki.

Tað er sjálvsagt í lagi, at Bill og aðrir tinglimir ikki kenna allar sáttmálar og lønartalvur út í æsir, men hiðani, og so hava so lítið skil fyri, hvat í túsindatali av føroyingum forvinna, er ræðandi.

Avdúkingin í Kringvarpinum er eisini sigandi fyri politisku skipanina, og hvussu arbeitt hevur verið seinastu árini. Tá politikarir ikki vita um lønarlag, og um tað stríð sum liggur handan hvørja krónu hjá túsundavís av løntakarum, hvussu kunnu teir so arbeiða fyri tykkum?

Politiska skipanin hevur við sínum skattapolitikki, fiskivinnupolitikki, arbeiðsmarknaðar-politikki og sosialpolitikki miðvíst og tilvitað skapað eitt samfelag, har munurin á fólki er vaksin.

Kvinnurnar rinda prísin

Lønarsáttmálar eru ójavnir – tímalønt fáa mangan ikki fullar arbeiðsvikur, og so hava vit eisini eina stóra stætt av kvinnum í láglønarstørvum, sum illa fáa endarnar at røkka saman, tí tað almenna og kommunurnar hava ein út av lagi arbeiðsmarknaðarpolitikk, sum ikki vil geva kvinnum fulltíðarstørv fyri ordiliga løn.

Ójavnin vit síggja í dag er ikki komin av sær sjálvum. Hann er skaptur – og tað er onki sum bendur á, at tey sum sita við valdið vita, hvat knoss liggur handan eina mánaðarløn hjá nógvum løntakarum.

Bill Justinussen gjørdist varugur við sítt mistak dagin eftir at hann hevði verið í Fimmaranum, og bað um umbering fyri at hava sagt skeivt.

Legði Bill Justinussen nakað í vanliga fólkið – tey miðal og lágløntu – so hevði Bill Justinussen eisini biðið um umbering fyri allan politikkin seinastu 4 árini. Tað hevur ikki trotið við at senda risa rokningar í aldurdóminum til láglønt, og samstundis eru láglønt lopin um, tá ið virðini í samfelagnum skuldu býtast.

Stríðið fyri einum rættvísum, samhaldsfestum og javnari samfelag vinna vit bert, um vit á valinum 1. september gera upp við tann politikk og teir politikarar, sum seinastu árini hava gjørt tey ríku ríkari, og tey fátøku fátækari.

Sonja J. Jógvansdóttir, valevni Javnaðarfloksins