Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Um at gita ella vita

Oliver Joensen

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, segði í Løgtinginum 14 apríl 2009, at almennir stovnar skifta navn fyri millióna -upphæddir, …

Hjalti í Jákupsstovu

og, sum eg skilti hann, var tað millum annað hetta, sum fekk landið at fara av knóranum.
Tá Havstovan, fyrr Fiskirannsóknarstovan, skifti navn og helt 50 ára dag 2 apríl í ár, giti eg, at tað er hetta, Gerhard Lognberg sipar til.
Fyri at hann og Føroya fólk skal vita og ikki gita, hvat hetta navnaskiftið og føðingardagshald kostaði, eru útreiðslurnar í hesum sambandið settar út í talvuna niðanfyri.
Sum tað sæst, so eru hesar útreiðslurnar neyvan orsøkin til stóra hallið á fíggjarlógini.
Starvsfólkið á Havstovuni stóð fyri øllum haldinum. Kokkurin á Magnus Heinason bakaði drýl, starvsfólkini bæði smurdu, løgdu viðskera á, settu á borðið, bjóðaðu og ruddaðu av. Alt varð gjørt, fyri at haldið skuldi verða so gott sum gjørligt, og fyri at kostnaðirnir blivu so rímiligir sum gjørligt. Tað er tí hugstoytt, at landsins hægsti røðarapallur verður nýttur til at leggja eftir almennum starvsfólkum, sum gera sítt besta, heldur enn at viðgera veruliga politikkin, millum annað vantandi stýring av fiskiskapinum, ið hevur ført landið í óføri.

Uppgerð av 50 ára haldi á Havstovuni

KREA (navn, búmerki) 30.000 u.mvg.

Matur vm.

Leiga av service 953
Matur 2.448
Drekkivørur 3.422
Blómur og prýði 410
Íalt 7.233 v.mvg.