Sigast má, at Norðlýsið kom rættuliga á breddan hjá føroysku pressuni, nú vit aftur einaferð royndu at fáa kjakluttakarar á heimasíðu okkara at hugsa seg eitt sindur betur um, áðrenn lagt verður eftir navngivnum persónum undir dulnavni.
Norðlýsið er einasta blað, sum hevur loyvt dulnevndum lesarabrøvum og vit hava eisini sum einasta blað á internetinum loyvt opnum kjaki til alt tilfarið vit leggja út á heimasíðuna.
Eftir okkara tykki hevur tað gingið væl við hesi skipan. Kjakið á heimasíðuni hevur mangan verið hart og beinrakið, men eisini er tað kanska viðhvørt farið dekan og langt, men sum heild halda vit, at tað hevur avspegla slíkt sum upptekur vanligar borgarar her á landi og eisini meiningar hjá føroyingum uttanlands, og tað hava vit hildið verið gott.
Sjálvandi er tað øllum greitt, at eitt innlegg við ongum navni undir í flestum førum ikki verður tikið við sama álvara sum eitt inlegg við einum kristnum navni undir.
Hinvegin, so kann væl eisini koma fyri, at eitt hugskot í einum inleggi er gott, meðan undirskrivtin kann taka nakað frá virðinum, tað kann væl hugsast.
Takast skal eisini við, at vit í Føroyum eru eitt sindur í eini serstøður orsakað av at vit eru so fá í tali og harvið kenna stóran part av føroyingum persónliga. Taka vit støðuna hjá bløðunum uttanlanda, tá tey krevja fullt navn undir lesarabrøv, so er eitt navn við fullari danskari adressu í donskum blað, kanska líka so gott sum eitt lesarabræv undir dulnevni í Føroyum, tí fáur dani kanska kennir viðkomandi. Hjá okkum er støðan heilt øðrvísi.
Skulu vit hava eitt alment kjak við breiðari luttøku av føroyingum, so verður tað helst ov smælt nærum bert at hýsa professionellum kjakluttakarum.
Men sjálvandi, tað fylgir eisini ábyrgd við. Vit á Norðlýsinum byrjaðu við at loyva tilmeldaðum kjakarum beinleiðis inn á kjaktorgið, men tað vísti seg ikki at ganga. Okkurt bleiv lagt út, sum ikki átti verið skrivað og tí hava vit gjørt tað at vit nú góðkenna øll innlegg.
Vit vóna sjálvandi framhaldandi at lesarar okkara fara at gera brúk av møguleikanum at hava viðmerkingar til tað sum verður lagt út á heimasíðuna. Men tað skal sjálvandi ikki blíva ov grovt og tí vóna vit at kjakluttakarar fara at duga sær hógv og harvið gera heimasíðuna og eisini blaðið so áhugavert sum til ber.
Hóast vit hava fingið nógv niðuryvir okkum fyri at hava kjakið opið á www.nordlysid.fo, so hava vit í hyggju at halda áfram og vóna, at kjakluttakarar fara at vera so mikið at sær komnir at ikki verður neyðugt hjá okkum við tiltøkum, sum hesum seinasta í framtíðini.




