Nú Kí tapti 5-0 Í Svøríki fór eg at hugsað um, at tað er so ymiskt, hvussu einstaku leikararnir og so áskoðarnir upplivað ein fótbóltsdyst. Huglagið hjá áskoðarunum hevur lindi til, at verða meiri samansjóðað – sum ein eind, ið fylgir úrslitinum. T.v.s. vinnur KÍ, so eru fjepparar glaðir og tapir KÍ, so eru teir minni hugaligir og tosað verður ofta við stórum “armbevegilsum” um hví KÍ tapti.
Nú Kí tapti 5-0 Í Svøríki fór eg at hugsað um, at tað er so ymiskt, hvussu einstaku leikararnir og so áskoðarnir upplivað ein fótbóltsdyst. Huglagið hjá áskoðarunum hevur lindi til, at verða meiri samansjóðað – sum ein eind, ið fylgir úrslitinum. T.v.s. vinnur KÍ, so eru fjepparar glaðir og tapir KÍ, so eru teir minni hugaligir og tosað verður ofta við stórum “armbevegilsum” um hví KÍ tapti.
MEN
Leikarar uppliva dystirnar meira sum einstaklingar.
Sjálvt tá slík stórtap eru kann einstakur leikari kenna, at hann spældi ein góðan dyst og er væl nøgdur/stoltur um egið avrik. Men tá liðið tapir stórt er best ikki at vera í alt ov góðum lag – í hvussu so er ikki alment.
Lat meg skunda mær at undirstrika, at eg havi ikki sæð dystin hjá KÍ í Stockholm, so hetta, sum eg skrivið eru bara mínar egnu eygleiðingar/royndir, sum fótbóltsleikari.
Í dystum har mótstøðuliðið hevur stóra ivirvág, hava verjuleikarar og serliga málverjar vanliga úr at gera. Og tá hesir kanska hava vunnið 95% av sínum nærdystum/taklingum/heddarum/bjargingum v.m. kunnu teir (av røttum) kenna seg at hava spælt ein branndyst, hóast liðið tapti dystin – enntá stórt.
Tí er tað soleiðis, at hóast ein tapur og tað er eitt felags niðurlag, so eru tað tó einstakir leikarar, sum kom vælnøgdir (við egið avrik), hugagóðir og styrktir frá dystinum.
Tað øvugta ger seg eisini galdandi tá lið hava vunnið dystir. Tá eru eisini leikarar, sum hanga við høvdinum og enntá skammast við egið avrik og tað gongur rúm tíð áðrenn teir kunnu hugsavna seg um góða úrslitið/sigurin hjá liðnum/felagnum.
Sum málverji hevur tú ofta lítla kontakt við bóltin, tá liðið hevur ivirvág í spælinum, og vinnur stórt. Um tú tá hevur gjørt tað minni gott tær fáu ferðirnar boð vóru eftir tær, ja so er lagið minni gott hóast liðfelagarnir fegnaðst.
Teir leikarar, sum sita á beinkinum upplivað eitt heilt annað huglag. Teir sum eru ungir/nýggir eru glaðir og stoltir at verða partur av fremsta hópinum.
Fullkomiliga ørvísi er við teimum, sum eru meira tillkomnir/royndir. Teir kenna seg ofta tilsíðissettar, vrakaðir og kunnu kenna seg, ikki at verða partur av hópinum. Ja, teir kunnu enntá vóna, innast inni, at liðnum gongst illa, so venjarin so skjótt sum gjørligt noyðist at skifta leikara út so “eg” sleppi inn.
Málverjar eru í tí óhepnu støðu, at teir hava bert ein leikara at skifta við. Um spælandi málverjin heldur málið nøkunlunda reint, umgongst stóru feilirnar, ja so verður óeydnan verðandi yvir málverjanum, sum situr á beinkinum og hann sleppur ikki at royna seg á fremsta liðnum. Og tá er skjótt at kenna seg uttanfyri.
Í fótbólti eru tað einstøku stórdystirnir, sum telja mest og festa seg í minni – í sálina.
Eg havi sjálvur roynt, at spælt og sitið á beinkinum, tá stórdystir, sum evropa cup, ella steypafinalur, og týðandi dystir vóru leiktir. Eg má erligt viðganga, at sjálvt í finalum, tá KÍ vann, og man sæt á beinkinum, kendi ein seg ofta fullkomiliga uttanfyri hópin og noyddist veriliga at anstranga seg fyri ikki at gráta. Tað kravdi nógva orku at manna seg upp og fegnast við kammeratum og liðfelagum. Tað verða trupult at skilja kenslurnar hjá einum sjálvum tá allir býurin dansar av gleði.
Eg veit meg ongantíð hava tosa um hesar sterku kenslurnar við mínar annars framúr góðu vinir og liðfelagar, men eg ivist onga løtu í at teir kenna alt hetta aftur.
Ein góður fótbóltsleikari skal innihalda so nógv og mest av øllum eiga mentala yvirvág.
Minnist í vit sótu klárir og spentir beint undan dysti á Djúpumýru. Meðan allir sita í djúpastu konsentratión, sigur ein ungur leikari: “Eg kenni meg ikki sálarliga kláran til dystin.” Teir eldru hugdu uppá hvønn annan við spyrjandi eygum, og so bannaði liðskiparin við: “For he….. tak teg saman!!!”
Serliga ávirkilig er mentala støðan hjá ungum leikarum og tí eiga vit øll at viðurkenna hetta og royna at verða jalig, um vit vilja okkara liðið tað besta.
Tað er ikki lætt at verða hetja eina heila viku og so sunnukvøld gerast antihetjan.
Fótbóltsleikarar, – og kanska serliga KÍ leikarar eru nóg útsettir fyri hesum, tí áhugin fyri fótbólti er so stórur í Klaksvík. Harafturat búgva vit so tætt saman, í eini grýtu, kring Vánna. Hetta ger at vit skulu hoyra somu viðmerkingar frá somu fólkum, fleiriferð sama dag.
Minnist ein HB leikara, sum spældi við Kí í 1990unum. Hann greiddi frá hvussu ókent og løgði tað kendist, at verða steðgaður á gøtuni av vilt fremmandum fólki, fleiriferðir um dagin, á veg til og úr arbeiði, har tey spurdu gor og gall úr sær og høvdu sína meining um seinasta dystin hjá KÍ. Hetta hevði hann ongantíð uppliva í Havn, greiddi hann frá.
Vit eiga besta ungdómin í landinum – tað eru bara ikki øll í Norðoyggjum sum vita tað!
Ein nýggjur dagur verður altíð betur enn tann sum farin er. Hvussu mangan meira eiga vit so ikki at fegnast um teir fantastisku og heilt serligu møguleikar vit hava, sum búgva í Klakksvík.
Koyr á KÍ




