Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Um ein tíma ella so fer at regna

Hanus Kjølbro, Sjónám

Lágtrýstið er á veg. Fer ein inn á lv.fo er sjón fyri søgn, at vindurin er vaksin upp í 20 m/s kring landið. Onkrastaðni er vindurin meiri – og soleiðis eigur tað at vera í Føroyum á landsynningi-suðuri og á øllum hinum ættunum eisini.

Í skrivandi løtu er miðdepilin í lagtrýstinum einar 250 fjórðingar ein útsynning úr Føroyum. Trýstið miðjuni er niðri á 940 hPa – tað er sera lágt! – og tað fer at dýpast enn meira. Megin er stór rundan um miðjuna, vindurin er nógvur, heilt upp í 30 m/s. Men vit eru tíbetur stødd eitt sindur longur burtur, so vit fara ikki at merkja tað ringasta.

Enn fylgir lágtrýstið somu leið, skrivað varð um í morgun. Men onkur smábroyting er at síggja. Vindurin kemur úr landsynningi, og tað fer hann at gera eina løtu afturat, men hann fer niður í landssynning-sunnan, meðan hann veksur ferðina.

Klokkan 22 í kvøld nærkast miðalvindferðin 25 m/s, og har fer hann at liggja til klokkan 2 – 3 í nátt. Eftir tað minkar spakuliga, og klokkan 8 í morginári er ferðin komin niður um 15 m/s. Gevi gætur, at miðalvindurin er vindurin máldur í 10 samanhangandi minuttir. Frávikini í vindferðini (hvirlur) fara at vera upp ímóti 35 m/s.

Regnið er ikki komið enn, men tað fer at koma. Um ein tíma ella so fer at regna, og tað fer at regna til eftir middag í morgin. Ringasta regnið verður um midnáttarleitið í kvøld.