“Vit keypa dýrar bilar, men 96 prosent av tíðini standa teir parkeraðir, og 2 prosent av tíðini meðan vit koyra, brúka vit til at leita eftir parkeringsplássi.” Láturin rungar í stóra salinum í Norðurlandahúsinum meðan amerikumaðurin Tony Seba heldur fyrilestur.
“Vit keypa dýrar bilar, men 96 prosent av tíðini standa teir parkeraðir, og 2 prosent av tíðini meðan vit koyra, brúka vit til at leita eftir parkeringsplássi.” Láturin rungar í stóra salinum í Norðurlandahúsinum meðan amerikumaðurin Tony Seba heldur fyrilestur.
SEV hevði í gjár og aftur í dag ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, í sambandi við at felagið verður 70 ár tann 1. oktober, og tað er í tí sambandinum, at amerikanski framtíðargranskarin heldur fyrilestur.
Og tað er ikki sørt at býráðsvalevni í Havn kenna ein lætta, tá tey hoyra Tony Seba, tí sambært honum fer trupulleikin við manglandi parkeringsplássum í høvuðsstaðnum at hvørva av sær sjálvum.
“Tá bilarnir fara at koyra sjálvir, so fert tú úr bilinum har sum tú skalt úr, og bilurin finnur so sjálvur eitt parkeringspláss,” sigur hann.
“Bilurin kemur aftur eftir tær, tá tú skalt avstað aftur.”
Tøkniliga menningin gongur skjótari og skjótari
Tony Seba vísir eina mynd á stórskíggjunum. Myndin er tikin í New York ár 1900, og har síggjast nógvir hestavognar og ein bilur á gøtuni. Síðani vísir hann eina aðra mynd úr sama býi frá 1913. Har eru nógvir bilar og ein hestavognur.
(sí myndirnar undir greinini)
“Hetta er tøkniliga menningin í 13 ár,” sigur Tony Seba. Hann vísir á, at menningin gongur skjótari og skjótari.
“Tað eru bara 9 ár síðani fyrsta smartfonin kom á marknaðin,” sigur hann sum dømi.
Fyrsta tráleysa telefonin
Undirtøkan fyri nýggju tøknini er eisini nógv størri enn framleiðarar rokna við frammanundan.
“Tá fyrsta tráðleysa telefonin kom á marknaðin varð mett, at tørvurin 15 ár seinni fór at verða 900.000 telefonir, men tað blivu meira enn 100 mió. telefonir seldar,” sigur Tony Seba.
“Tað gongur skjótari og skjótari og verður bíligari fyri brúkaran,” sigur hann.
El ístaðin fyri bensin og diesel
Framtíðargranskarin er als ikki í iva um, at framtíðar bilar fara at verða riknir við el-megi. Teir gerast betri og bíligari, og teir verða eisini nógv meira rakstrarálítandi, – og teir fara ikki at hava nakran førara.
Tað fer ikki einans at bera til at løða tað “rullandi battaríið” (bilin) heima, nei tú fert eisini at kunna sita heima og brúka orku úr bilinum.
“Og hví skulu øll hava hvør sín bil, sum stendur parkeraður 96 prosent av tíðini? Tá bilarnir fara at koyra sjálvir, kunnu fleiri eigarar eiga somu bilar,” var hansara boðskapur.
Tony Seba er altjóða viðurkendur framtíðargranskari á Stanford University í California.




