Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

UM IKKI TIT…

Jóhann Lutzen

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum legði fram fíggjarkarmarnar fríggjadagin. Hon kundi fegnast um, at Føroyar hava aldrin verið ríkari enn nú, arbeiði er til allar hendur, pengarnir fossa inn í landskassan og ja, vit hava enntá hægstu bruttotjóðarúrtøku í ríkisfelags­ skapinum og hægri enn Ísland, sum vit javnan samanbera okkum við. 


Samgongan hevur skjótt tvey ár á baki og tá valskeiðið er hálvrunnið vísur søgan, at politikarar og flokkar byrja at fyrireika seg til næsta val. Hetta gongur ofta útyvir ambitiónirnar, virkisfýsni og eisini stevið í samgongum. 

Eitt av aðalmálunum hjá samgonguni er at skapa einar sjálvbjargnar Føroyar. Leisturin er at orða eina stjórnar­skipan, sum skuldi til fólkaatkvøðu í ár, men hon er útsett til flaggdagin komandi ár. Vandamálið er, at komið er ov tætt til næsta val og tískil er torført at meta um fólka­atkvøðan yvirhøvur verður til nakað. Søgan hevur víst at breiða semjan er sera torfør at finna í hesum málinum, har tað hevur verið stríð um eykasetningar og orðingar hendan og handan vegin. 

Tað liggur nógv meira loysing í at hølvað milliónir av blokkinum, heldur enn at stríðast um punktum og komma í einum word­skjali um stjórnarskipan, sum fólk á gøtuni ikki hava ánilsi fyri hvat er fyri nakað. 

Tí tykist tað margháttligt at hendan samgongan við mei­riluta av tjóðskaparfólki við vøkrum og hátíðarligum stevnumiðum um sjálvbjargni, ikki megnar at lækkað blokkstuðulin við einari tí einastu krónu í teimum bestu fíggjarligu tíðunum nakrantíð á Føroya landi. 

Gamaní vit dragast við stóra skuld, sum skal gjaldast niður og tað er jaligt at peningur verður settur í búskapar­grunn, at standa í móti við, tá búskapargongdin vendir. 

Landsstýriskvinnan fegnast um íløgur kring landið, men aftur í ár síggja vit at nærum allar íløgur enda í miðstaða­røkinum. Norðlýsið hevur skrivað um at íløgur verða gjørdar í gomlu læknahúsini, sum framyvir fer at húsa neurologiskum sjúklingum, og tað er at fegnast um. 

Besta íløgan, sum samgongan tó kann gera er at gera íløg­ur í loysingina. Tí er ein lækking av blokkinum besti máti at nærkast republikkini. Blokkstuðulin er tað reina gift fyri Føroyar, hann elvir einans til politiskt ábyrgdarloysi. 

Nú er lagaliga tíðin at fáa blokkstuðulin vekk. Vit sóðu tað beint eftir aldarskifit, tá blokkstuðulin varð skorin við einum 1/3 overnight. Dómadagstalurnar søgdu at vit fóru á ørmundarhús – hygg í dag. Vit eru ríkari enn na­krantíð, vit hava hægri bruttotjóðarúrtøku enn bæði Dan­mark og Ísland, vit hava tjóðskaparflokkar við róðri. 

Tí kunnu vit av røttum spyrja samgonguna.

Um ikki júst nú, nær so? og um ikki júst tit, so hvør?