Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Um KÍ vinnur á B68 í kvartfinaluni: Vinnarin av KÍ-B68 skal møta EB/Str. ella B36 í hálvfinaluni

(
John Færø)

Í aðrari hálvfinaluni kann tað blíva til eina endurtøku av dystum millum KÍ og EB/Streym, ið sum kunnugt vóru í sama bólki, har EB/Streymur vann báðar dystirnar á KÍ. Hin møguleikin er B36, men treytin er sjálvsagt, at KÍ fyrst vinnur á B68 í fjórðingsfinaluni, sum verður á Toftum tann 4. mai.

Fótbóltssambandið hevur boðað frá, hvussu víðari skal leikast í steypakappingini, har lutakast júst hevur verið um fjórðingsfinalurnar:

Har møtast hesi liðini:

Fjórðingsfinalurnar, 4. mai:
Dystur nr. 43:   B68 – KÍ
Dystur nr. 44:   GÍ – FSV
Dystur nr. 45:   EB/ST – B36
Dystur nr. 46:   NSÍ – HB

Fyrru hálvfinalurnar, 11. mai:
Dystur nr. 47:   V46 (NSÍ-HB) – V44 (GÍ-FSV)
Dystur nr. 48:   V45 (EB/ST-B36) – V43 (B68-KÍ)

Seinnu hálvfinalurnar, 18. mai:
Dystur nr. 49:   V44 (GÍ-FSV) – V46 (NSÍ-HB)
Dystur nr. 50:   V43 (B68-KÍ) – V45 (EB/ST-B36)

Finalan, 29. juli:
Dystur nr. 51:   V48/50 (B68, KÍ, EB/ST ella B36) – V47/49 (GÍ, FSV, NSÍ ella HB)