Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Um klæði Keisarans

John William Joensen

Vit hava áður staðfestat tann politiski reinleikin er umsetiligur og kann eisini stigbendast. Ei heldur tykist verða neyðugt hjá sjálvsútnevndum politiskum ákærarum sjálvum at liva upp til kravdan reinleikan. Tey sum í dag sita við valdinum í tinganesi, siga seg rudda upp eftir teimum sum sótu og sum tey ákærdu fyri líkt og ólíkt. Men eru tey nú betur skikkaði enn tey sum tað var so umráðandi at sleppa av við?

Vit hava áður staðfestat tann politiski reinleikin er umsetiligur og kann eisini stigbendast. Ei heldur tykist verða neyðugt hjá sjálvsútnevndum politiskum ákærarum sjálvum at liva upp til kravdan reinleikan. Tey sum í dag sita við valdinum í tinganesi, siga seg rudda upp eftir teimum sum sótu og sum tey ákærdu fyri líkt og ólíkt. Men eru tey nú betur skikkaði enn tey sum tað var so umráðandi at sleppa av við?

Tað var lagt upp til tann heilt stóra dramaleikin í løgtinginum tá stóru andstøðuflokkarnir eftir fleiri sjónvarpssendingar, løgdu fram misálit á Jørgen Niclasen tí løgmaður noktaði fyri at taka støðu í nógv umrødda tollmálinum, sum fútin slepti fyri meira enn 20 árum síðan.

Í innganginum til misálit á Jørgen Niclasen skrivað Aksel, Høgni og Poul saman við Kára P. Højgaard m.a.

….. í seinastuni eru sera álvarsligar og tyngjandi upplýsingar komnar fram í ljósið, og skjøl løgd fram í almenninginum persónligu ábyrgdina hjá landsstýrismanninum í fíggjar-, og tollmálum sum stjóri í privatari fyritøku ……

Andstøðuflokkarnir og serliga Tjóðveldi vildu ikki góðtaka at formaðurin í Fólkaflokkinum slapp at halda fram sum landsstýrisfólk.

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava ført fram at Kaj Leo átti at lagt frá sær í samband við tunnilsmálið hóast løgmaður sambært Gammeltoft einki ólógligt hevði gjørt.

Hvussu leingi megnar Tjóðveldi at renna undan

Undan fólkatings- og løgtingsvalinum valdi Tjóðveldi at seta fyrrverandi stjóran í Atlantic Airways í fremstu røð hóast seinasta tíðarskeiðið hjá Magna Arge í føroyska flogfelagnum var merkt av fleiri keðiligum málum. LES HER.

Formaðurin í Tóðveldi er sjálvur higartil sloppin politiskt undan at standa til svars fyri skjalafalsan og lygnir sum Sosialurin dokumenteraði, at hann framdi sum landstýrismaður í fullveldisssamgonguni, tá næstovastin í Tjóðveldi hevði kallað táverandi løgmann, fyri »danskan leigusvein«.

Eftir at Sosialurin var komin á gøtuna, sendi Tórbjørn Jacobsen út eitt tíðindaskriv, har hann avsannaði tíðindini í Sosialinum. Hann segði tíðindaskrivinum m. a.:

»Undirritaði hevur ongantíð brúkt hatta orðið (danskur leigusveinur, red) um løgmann og kundi ei heldur nakrantíð funnið upp á tað?«

Í drúgvari grein í Sosialinum fýra ár seinri har Tórbjørn Jacobsen viðger stríðið millum seg og Høgna Hoydal, vísir hann m. a. til hetta tíðindaskrivið og sigur:

»Tann lygnin var nú eitt produkt av einum tíðindaskrivi, sum lítli messias (Høgni Hoydal, red.) saman við onkrum øðrum, eftir sjálvsagdum kravi frá Anfinni Kalsberg, sendi fjølmiðlunum upp á nakkan á undirritaða, kommunuvalkvøldið í 2000.«

Sostatt gevur Tórbjørn Jacobsen giviðHøgna Hoydal skuldi fyri lygnina, sum var ein av orsøkunum til, at Tórbjørn Jacobsen seinni mátti leggja frá sær sum landsstýrismaður.

At málið er álvarsligt og píniligt fyri Tjóðveldi er eyðsýnt tí formaður flokksins var tá sjálvur landstýrismaður og royndi við tíðindaskrivið úr tinganesi at gera blaðmann á Sosialinum til lygnara við at skrivað eitt tíðindaskriv uppá nakkan á øðrum landstýrismanni. Alt varð gjørt fyri at bjarga politiskari samgongu, men korthúsið rapaði tá tíðindamaðurin hevði bandað samrøðuna..

Seinri segði blaðstjórin á Sosialinum, Eirikur Lindenskov soleiðis um formannin í Tjóðveldi:

……eftir stendur, at Tjóðveldisflokkurin bjargaði sær samgongusess við eini loddrættari lygn. Við at skíra okkum og okkara blaðfólk fyri lygnarar bjargaði hann samgonguni. Við at turka eitt ófantaligt úttalilsi upp á eitt blað, bjargað hann samgonguni. Lygnin er eitt nógv nýtt amboð hjá summum politikarum. Politikarar, sum lúgva, eru kroystir. Tað er eitt vánaligt politikst amboð, tað er tekin um krampa trekningar. Politikarar sum lúgva eiga ikki at vera politikarar….

Bjørn á Heygum,sum m.a. var við til at smíðja stýrisskipanarlógina, segði eftirfylgjandi soleiðis um hetta málið:

– Høgni Hoydal kann heilt einfalt ikki liva við at verða skýrdur lygnari av landsins størsta blað. Hansara trúvirði stendur uppá spæl, og fær hann ikki onkusvegna afturvíst hesi álvarsligu ákæru kann tað blíva trupult at sita við veruligum álitis- størvum, og serstakliga at náa landsins hægsta starvi sum løgmaður. Velur hann ikki at svara, og ei heldur at gera nakað fyri mana hesar skuldsetingar í jørðina, kann hetta millum manna fatast sum ein viðurkenning av sannleikanum í skuldsetingunum. Tað kann sostatt blíva trupult framhaldandi at hava ein leiðandi leiklut í politikki uppá hesar fyritreytir.

Løgmaður fór frá partafelag í landsstýrið

Meðan sitandi løgmaður var landsstýrismaður í Heilsumálum, gav hann vitnis frágreiðingar um tíð sína sum formaður og nevndarlimur í smápartafelag har fyrrverandi starvsfólk hevði stevnt felagnum eftir endurgjaldi og undir rættarmálinum førdi fram at ”….. af skattemæssige hensyn indgået to kontrakter hvorefter 1/3 af lønnen skulle udbetales på Færøerne, mens 2/3 skulle udbetales i USA, hvor beskatningen var lavere…..”

Núverandi løgmaður váttar eisini í rættinum at felagið hevði fleiri avtalur við saksøkjaran og at løn var rinda eftir hesum sáttmálum.

Hóast høvuðsstaðarpressan var í rættinum, bleiv einki av hesum endurgivið alment.

Hvør kann verða politikari?

Er niðurstøðan so at reinleiki er eitt hugtak sum kann stýrast politiskt alt eftir hvørjum parti tú ert í??

Spælireglurnar mugu verða eins – og tey sum seta strangastu krøvini, mugu væl sjálvi kunna liva upp til síni egnu krøv um politiskt reinsemi – men tað tykist ikki verða so kortini!

Harleyfacadeacryl