Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Um mannarættindi

John William Joensen

Mannarættindardómstólurin hevur talað um eksklusivu sáttmálarnar á arbeiðismarknaðinum.

Her í Føroyum sýnist sum um fólk frá fakfeløgunum hava hug at illneitast og seta spurnartekin við, um feløgini í Føroyum í heila taki skulu góðtaka støðuna.
Eisini á politiska økinum tykist sum um okkara hægsti myndugleiki aftrar seg við at taka niðurstøðuna hjá mannarættardómstólinum til eftirtektar, sum sigur at tað er ein partur av persónliga fræslinum, ið verður skerdur tá sáttmálar á arbeiðismarknaðinum vera gjørdir, sum avmarka frælsi hjá tí einstaka.
Vit í Føroyum vilja vera partur av framkomna heiminum og herundir góðtaka vit eisini mannarættindardómstólin, tí í okkara demokratiska samfelag liggur hin einstaki okkum tungt í sinni. Tað skal ikki kunna sigast um okkum, at vit kúga hvønn annan ella at tey, sum hava maktina skulu kunna brúka hana til at trýsta onnur uppá pláss ímóti teirra vilja.
Tað er tí púra burturvið at vit nú byrja eitt kjak um hvørvítt vit skulu góðtaka tað, sum dómstólurin er komin til.
Vit hava eitt at gera, tað er at seta okkum saman, konstatera støðuna og síðani finna útav hvussu vit bera okkum at framyvir.
Einstaklingadømi fyri og ímóti eksklusivu sáttmálunum eru helst mong at finna, men hetta hevur als ongan áhuga longur, tí aftaná niðurstøðuna hjá dómstólinum eru hesir sáttmálar søga og tí er tað einasta vit kunnu kjakast um, hvussu koma vit víðari.
Tað er ikki vist, at okkara arbeiðismarknaður í alla framtíð fer at vera skipaður við fakfeløgum, sum vit kenna tað ídag. Fakfeløgini eru helst álík øllum øðrum amboðum, sum vit ikki kunnu vera fyriuttan í tíðini amboðini hava. Men tað er tó galdandi fyri flestu teirra, at tíðin fer frá teim gomlu amboðunum og vit fáa nýgg og meira tíðarhóskandi í hondina.
Arbeiðismarknaðurin hevur verið fyri ótrúligum broytingum seinastu árini og harvið er hugburðurin sjálvandi eisini broyttur hjá tí einstaka. Frælsi og trygd fyri tann einstaka er vorðin veruleiki og tá mannarættardómstólurin leggur eitt klípi afturat gongdini, so mugu vit sjálvandi rætta okkum eftir tí.
Vit sóknast eina fasta støðu frá landsins hægstu myndugleikum, har meldað verður út at vit skjótast gjørligt skulu lúka treytirnar hjá dómstólinum, tað er ov veikt bert at siga, at politiski myndugleikin situr hendur í favn og bíðar eftir at arbeiðismarknaðurin sjálvur skal finna útav hvussu hesin úrskurður hjá dómstólinum skal gjøgnumførast her á landi. Henda framferð kann skjótt tulkast sum um at vit treyðugt fylgja mannarættindunum og tað kann als ikki gagna føroyska samfelagnum.
Tað eigur at vera meldað klárt út, at vit sjálvandi fara at fylgja nýggju ásetingunum og so kunnu vit aftaná seta okkum niður at finna útav hvussu.

Harleywoodpaint