Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Um- og útbygging av Skúlanum við Ósánna

John William Joensen

Í hesum døgum er rættilig ferð komin á um- og útbyggingini av Skúlanum við Ósánna.

(Red: Av óvart kom hendan greinin at standa saman við politiskum greinum, sum valevni skrivað til býráðsvalið, í blaðnum hesa vikuna. Hetta var ikki ætlanin tí greinin er frá skúlaráðnum)
—————

Skúlastýrið fyri skúlan heitir á foreldur at næmingum, ið ganga í skúlanum, um at vísa tol og bera yvir við stórum broytingum í høvlisviðurskiftunum hjá næmingunum hesa komandi tíðina.

Í komandi viku verður stórur partur av verandi skúla tikin niður. Tað hevur eydnast at fingið hóskandi innivist runt um í lántum hølum. 1 flokkur heldur til í sokallaða Skúlanum á Brekku, har tey hava verið alt hetta skúlaárið. 2. og 3. flokkur fara at halda til í skúlanum, og 4., 5., 6. og 7. flokkur húsast í Gamla Tekniska skúla á skúlaøkinum. 8. flokkur er farin oman í skótahúsið og 9. flokkur verður verandi í Advokathúsunum, meðan umbyggingin fer fram. Sostatt fara allir flokkar at halda til á verandi skúlaøkið, uttan fyrsti flokkur. Skúlin er nøgdur við hølisviðurskiftini, ið skulu húsa næmingum okkara í eitt gott skúlaár.

Arbeiðið at útbyggja og umbyggja skúlan til hóskandi umstøður fer at taka tvey ár. Men neyðugt verður ikki, at næmingar fara at halda til í lántum hølum so leingi. Tí so skjótt nýbygningurin norðantil er liðugur, so flyta næmingar inn hagar. Hetta verður longu komandi skúlaár.

Vit fara við hesum at biðja øll um at hava tol við skúlan í eina tíð og gleðast um, at nýggj og betri hølir skjótt verða tøk.

Skúlastýrið,
Óluva Klettskarð, forkv.