Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Um somu tíð sum Jógvan er føddur gera rotturnar og harurnar landnám á Borðoynni

John William Joensen

Robert Joensen hevur skrivað “Klakksvíkar bygd í søgu” og hvat hendi í Klaksvík tá Jógvan var ungur.

Nú fyrsti Klaksvíkingurin fyllir 100 ár er kanska áhugavert at hyggja í søgubókina hjá Robert Joensen um hvat hendi fyrstu 30 árini – her í býnum – tey 100 árini Jógvan hjá Berlinu hevur livað

Jógvan Sofus Hansen, føddur 1907

Árið fyri verður fyrsti svimjihylurin í Føroyum bygdur úti í Grøv.
Sjúkrakassin verðru stovnaður.
Býurin far telefon.
Og fyrsta rottan verður sædd á Borðoynni. Robert skrivar at rotta hevði fingið fótin fastan norðuri í Hvannasundi og eina tíð seinri kom hon eisini fyri seg á borðoynni.
(Fysta haran kom til oynna beint fyri 1903)

Í 1910 verður motorbátasleipistøð gjørd við hin gamla handilin í Klakksvík.

Tá Jógvan Sofus er 8 ára gamal stovnar J.F.Kjølbro handil.

Jógvan er 10 ára gamal tá oljutrot tekur seg upp í Føroyum undir 1. heimsbardaga.
Robert skrivar at Axel Olsen á Stongunum finnur uppá at brúka lýsi til motorin og tað var skjótt at nógvir bátar tóku við hansara uppfinning.
Sama árið kemur ein týskur kavbátur inn á Borðoyavík har hann ger umvælingar.

Jógvan er 12 ára gamal tá Norðoya Sparikassi verður stovnaður.

Tá Jógvan er 13 ára gamal í 1920 kemur fyrsta sluppin á Klaksvík við motori. Tað var Vælfarið.

Í 1923 verður arbeiðsmannafelagið stovnað.

Jógvan er 17 ára gamal tá nýggjur skúli verður bygdur í Klakksvík, og fyrsta dampskipið kemur á Klaksvík.

Jógvan hjá Berlinu er 19 ár tá fyrsti bilurin kemur til Klaksvíkar.
Árið eftir verður nýtt sjúkrahús bygt og fyrsta fransaskonnartin Ernestine kemur til bygdina.

Jógvan er 24 ára gamal tá Elektricitetsverkið verður tikið í brúk og húsini í bygdini fáa el.

I 1935 uppfinnur Julius Biskupsstøð eini nýggj amboð til at smelta medicinlýsi við. Hetta smeltarí var skikka soleiðis at tað kundi nýtast umborð á skipum. Smeltarríið bleiv ein sólskinnsøga tí skip kring alt landið fóru at brúka tað

Harleywoodpaint