alt annað er hol í høvdið, sigur ein av fremstu føroysku venjarunum seinastu 14 árini, Petur Mohr, í samrøðu við Norðlýsið
– Hevur Todi sagt seg vera kláran til landsliði og maðurin annars er frískur so skal hann sjálvandi vera partur av landsliðshópinum. Alt annað er fjas, sigur Petur Mohr sum seinastu 14 árini hevur verið venjari í fremstu føroysku deildini.
– Eg havi eingi sjónarmið hoyrt, sum grundgeva fyri hví Todi ikki er nóg góður til landsliði og tá vit so hyggja eftir hvussu úttøkan av landsliðshópinum annars hevur verið, er sera trupult at skilja at man sigur at landsliði ikki hevur brúk fyri Toda.
– Tað er sjálvandi altíð ein meting um maðurin er klárur at starta inni, men tað er eignin ivi um at tað hevði verið ein munandi styrkur fyri hópin at havt Toda har.
– Tað er heldur eingin, sum sigur at hann skal spæla 90 minuttir, og tí má eg siga at eg enn ikki havi hoyrt fótbóltsligar grundgevingar fyri at Todi ikki kann vera partur av landsliðshópinum.




