– Byggiarbeiðið upp á útbygging og umbygging av Ósáskúlanum er farið í gongd.
– Byggiarbeiðið upp á útbygging og umbygging av Ósáskúlanum er farið í gongd, og komandi 2 árini fer ein stórur partur av íløgujáttan kommununnar til hetta, og tað fegnist eg um, sigur formaðurin í mentanarnevnd býráðins, Erik Andreasen.
Tað hevur tikið sína tíð at funnið fram til ta loysn, sum nú fyriliggur, men nú er tann stóra út- og umbyggingin av Skúlanum við Ósánna endaliga samtykt av býráðnum eftir tilmæli frá m.ø. mentanarnevndini, spakin er settur í, og teir fyrstu formarnir eru fyltir.
Byggifelagið Kanjon hevur høvuðs arbeiðstøkuna, og teir eru byrjaðir upp á sjálvt byggiarbeiðið, sum er lutað sundur í tveir høvuðspartar, har byrjað verður norðan fyri skúlan, har ein tilbygningur er tað fyrsta, sum fer at síggja dagsins ljós.
Vit hava skift orð við formannin í mentanarnevnd býráðsins, Erik Andreasen, fyri at frætta nærri um hesa nýggju skúlaútbygging.
Verður skipaður í
tríggjar flokseindir
– Skúlin við Ósánna verður nú útbygdur til at verða ein 2-sporaður skúli, tvs. at tað verða 2 flokkar í øllum árgangum.
– Sum nakað nýtt verður skúlin nú bygdur í trimum rættiliga sjálvstøðugum eindum, sum allar fara at hava sítt egna heimaøki, umframt stovurnar.
– Børnini í 1. til 3. skúlaflokk verða í einum øki fyri seg, soleiðis at tey yngstu kunnu hava matarsteðg og annars kunnu halda til í einum felagsøki, uttan at tað verður neyðugt hjá teimum at verða blandað saman við teimum størru børnunum inni í sjálvum skúlanum.
– Beint við eindina hjá teimum yngstu verða hølini hjá fyrisitingini og lærarunum løgd, soleiðis at tey yngstu í ávísan mun verða atskild frá restini av skúlanum í einum lutvíst vardum umhvørvi.
– 4. til 6. flokkur og 7. til 9. flokkur verða somuleiðis tvær eindir við egnum heimaøki, har gongin ikki bara verður gong, men eisini aulur, sum kunnu brúkast til uppihaldsøki, fríkorter, lestur, matarsteðg v.m.
Tónleikastovan
partur av auluni
– Ein spennandi broyting í tí nýggja skúlanum verður innrættingin og plaseringin av tónleikaundirvísingarhølinum.
– Tann stovan verður nú plaserað beint við tað stóru auluna mitt í skúlanum og bygd soleiðis, at veggurin millum stovuna og auluna verður ein foldiveggur, sum lættliga kann takast burtur, so at stovan kann latast upp út til auluna.
– Á henda hátt kann tónleikastovan í skúlanum í skjótari vend gerast partur av auluni, sum gevur nýggjar møguleikar fyri framførslum, soleiðis at skúlin í enn størri mun enn higartil kann verða ein mentanar- og tónleikadepil í lokaløkinum.
Umhvørvið
opið og ljóst
– Eitt annað, sum eg havi lagt til merkis í hesum projektinum, sum mær dámar væl, er, at tað verður lagt upp til eitt so ljóst og opið umhvørvi inni í bygninginum, har lutfalsliga nógv glas letur upp fyri ljósi og opinleika.
– Til dømis havi eg fingið upplýst, at nógv glas verður ímillum stovurnar og út í teirra egna heimaøki, so næmingar og lærarar fara at síggja út í sítt egna heimaøki, har tey hoyra til og eru saman um.
Ein heilt nýggjur
skúlabygningur
Erik Andreasen ásannar, at samtykta út- og umbyggingin er so umfatandi, at talan verður um ein heilt nýggjan skúla, tá ið verkætlanin um 2 ár verður liðug.
– Skúlin verður broyttur úr einum enda í hin, og tí er eisini neyðugt at endurhýsa fleiri flokkum aðrastaðni í byggitíðini.
– Í stuttum snýr verkætlanin seg um hesar høvuðseindir:
*ein tilbygning norður úr verandi skúla, har 7. til 9. flokkur verða ein eind, sum fer at halda til í erva, meðan teirra heimaøki og laboratorii og fakhøli verða í neðra har,
*4. til 6. flokkarnir verða í einari eind,
*fyrisitingin og lærararnir verða í einum depli, og
*sunnasti partur av skúlanum, har fyrisitingin í dag er, verður ístaðin innrættað til 1. til 3. flokk.
Sambært tíðarætlanini verður talan um 2-ára byggitíð, sum fevnir um 2 høvuðs byggi-etapur.
– Etapa 1 fevnir um tilbygningin norður úr verandi skúla (7.-9. flokk) og eindina til 4.-6. flokk, og síðan er tað etapa 2, sum fevnir um starvsfólkadepilin og ta yngstu flokseindina (1.-3. flokk), upplýsir Erik Andreasen, formaður í mentanarnevnd býráðsins.




