Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umbering til Høgna Hoydal

John William Joensen

Í nátt kl. 00:30 sendir Høgni Hoydal eitt alment bræv til Norðlýsið, har hann harmast um, at Norðlýsið og undirritaði hava ákært hann fyri, at lúgva alment og fyri tinginum. Lat meg undirstrikað, at um hetta er rætt, so fara vit beinanvegin at biða Høgna Hoydal um umbering.

Í nátt kl. 00:30 sendir Høgni Hoydal eitt alment bræv til Norðlýsið, har hann harmast um, at Norðlýsið og undirritaði hava ákært hann fyri, at lúgva alment og fyri tinginum. Lat meg undirstrikað, at um hetta er rætt, so fara vit beinanvegin at biða Høgna Hoydal um umbering.

Vit hava roynt at víst nærlagni í hesum málinum og hava lagt skjøl fram, um viðgerð av veiðiloyvum, í Fiskimálaráðnum, VØRN og eisini í orðaskifti í løgtinginum.

Vit skulu sjálvandi halda okkum frá at meta um hvørt Høgni Hoydal, sigur satt ósatt ella lýgur.

MEN

Tá landsstýrismaðurin varð spurdur í tinginum svarar hann; ”at hann var gjørdur varðugur við”og ”veit bara tað sum eg havi hoyrt og tí havi biði um eina kanning av tí sum er farið fram”.

Eftir at vit so líðandi hava fingið meira og meira innlit í málið er okkum greitt, at landsstýrismaðurin ikki einans var kunnaður um øll veiðuloyvi, sum vóru flutt, men eisini at hann sjálvur var partur av málsviðgerðini, hvørja einastu ferð veiðuloyvi skiftu eigara. Hetta hevði landsstýrismaðurin sjálvur givið boð um.

Harafturat er staðfest, at drúgv viðgerð hevur verið í Fiskimálaráðnum av málinum, sum løgtingslimir spyrja inn til. Nærmastu ráðgevarar, deildarleiðarar v.m. hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum hava verið partar av málsviðgerðini, tá nevndu loyvi vóru flutt.

Vit kunnu sjálvandi ikki vita hvat landsstýrismaðurin veit ella fatar, av tí hann hoyrir ella sær, men út frá skjalatilfarinum í samskiftinum í málinum, eru vit sannførdir um at landsstýrismaðurin átti at kent málini, av omanfyrinevndu orsøkum.

Harafturat kunnu vit eisini staðfesta at landsstýrismaðurin var persónliga kunnaður av formanninum í fiskimannafelagnum.

Tí hevur landsstýrismaðurin borið tinginum skeivar upplýsingar, tá hann gevur tinginum tað fatan at hann kennir sera lítið ella einki til nevndu mál.

Vit hava roynt at kunnað almenningin um tað sum er farið fram í hesum málið og hava í hesum sambandi lagt skjøl fram, sum sjálvi siga søguna.

At landsstýrismaðurin sigur seg ikki hava sæð ella biti merki í hetta, harímillum sínar egnu persónligu teldupostar, og at kunningin tí er farin ”aftur við borinum” kunnu vit bert harmast um, saman við Høgna Hoydal.

Men alt hetta ger ikki støðuna hjá landsstýrismanninum minni álvarsama, tí talan er jú um óheimilaða flyting av veiðuloyvum, sum landsstýrismaðurin hevur ábyrd av.

Altso, er talan um lógarbrot og tað var tí at vit eisini mettu at støðan hjá landsstýrismanninum er ótolandi.

Eftir okkara tykki hevur landsstýrismaðurin eisini borið brenni á báli við at gera løgmanni greitt, at um landsstýrismaðurin skuldi ábyrdast fyri alt hetta, ja so verður eingin semja um nýskipan av fiskivinnuni og harvið eingin samgonga.

Soleiðis er øll skipanin tikin til fanga av málsviðgerð í Fiskimálaráðnum og tað harmar okkum enn meira. Stýrisskipanin leggur upp til at tað er landsstýrismaðurin ”sjálvur” sum ábyrdast fyri sínum málsøkið, og ikki ein samgonga ella ein flokkur. Men tíanverri hevur politiska skipanin higartil ikki megnað at lyft seg upp um persónarnar, sum verða valdir til landsstýrismenn.

Landsstýrismaðurin, sum sjálvur er ein fyrimyndarligur miðlamaður, hevur havt allar møguleikar at komi við viðmerkingum til tey skjøl vit hava lagt fram. Men tá undirritaði ringir, svarar telefonin hjá landsstýrismanninum av ein hvørji orsøk sera sjáldan, og tað er landsstýrismaðurin eisini kunnaður um.

Allar viðmerkingar, greinar og tíðindaskriv, sum Høgni Hoydal hevur sent okkum millum ár og dag, hava vit altíð eftir førimuni lagt út ella prenta á papír.

Samanumtikið mugu vit staðfesta saman við Høgna Hoydal, at hetta er eitt sera harmiligt mál, men harmaljóð broytir ikki tann veruleika, at stýrisskipanin er púra greið um ábyrgd landsstýrismanna.